Skriva út

Ov fáar umsóknir

17.05.2010 Tíðindi
Ov fáar umsóknir


Ein av teim stóru avbjóðingunum hjá fólkakirkjuni verður at fáa manna prestaembætini í framtíðini. Nú er eingin orsøk at stúra, tí 2010 er eitt heilt óvanligt ár, har ikki færri enn 9 størv hava verið lýst leys at søkja. Men støðan er álvarsom, og tíðin er búgvin at rannsaka okkum sjálvi og endurskoða tey krøv, ið vit seta til tess at gerast prestur í fólkakirkjuni.
Tíbetur fingu vit tann 1. februar mannað 6 størv. Men nú umsóknarfreistin var úti til embætini í Leirum, Hvalvík og Fuglafirði, kunnu vit staðfesta, at eingin umsøkjari er til Suðuroyar norðara prestagjald.
Støðan er óheppin fyri kirkjuliðini og tað kirkjuliga lívið í prestagjaldinum. Ei heldur er tað rætt, at prestar í longri tíð gera tænasta vegna tess, at økir liggja í prestaloysi. Økt arbeiðsbyrða tekur nógva orku, og vandin er, at bæði tann virkandi presturin og kirkjuliðini møðast.
Til kallið í Fuglafjarðar prestagjaldi eru 2umsóknir, meðan 4 umsóknir eru til Norðstreymoyar prestagjald.
Ætlanin er at seta størvini hálvan juni, men møguliga kemur hetta at draga út eina tíð. Kirkjuráðini fara í nærmastu framtíð at taka støðu til umsóknirnar.
JF