Skriva út

Opinleiki og innlit

24.02.2011 Tíðindi
Opinleiki og innlit


Tað er eitt av aðalmálum fólkakirkjunnar, at so mong sum gjørligt hava holla vitan um kirkjuna. Ikki dagførd vitan og tvørrandi kunnleiki skapa gróðrarlíkindi fyri gitingum, íð mangan geva eina skeiva heildarmynd.

Fólkakirkjan hevur ábyrgd av kunning um kirkjunnar virksemi. Vit hava ikki verið nóg dugnalig at tosa um hesi viðurskifti, og tess vegna er viðhvørt misfatan í tí almenna rúminum. Serliga tá talan er um fíggjarviðurskifti, er gjøgnumskygni neyðugt. Talan er um fólksins pening, og tess vegna er tað rætt og rímiligt, at fólkið kennir støðuna og tølini.

Kirkjulógin heimilar hesum og mælir til, at í minsta lagi ein almennur kirkjuráðsfundur verður hildin árliga. Á hesum fundi verður roknskapurin hjá kirkjuni á staðnum lagdur fram.

Vit hava í so máta nakað at læra av dønum og norðurlendsku grannum okkara. Var til gudstænastu í Jerne Kirke í Esbjerg sunnudagin 6. februar 2011. Nevnda dag var kirkjuliðið boðið til almennan kirkjufund.

Eitt kunnandi skriv varð sent runt í sóknini, og skrivið lá eisini í forkirkjuni. Tók eitt eintak við mær til tess at siga frá, hvussu kirkjuráðið við Jerne Kirke skipaði fyri ella lýsti almenna fundin. Lýsingin er leysliga umsett.

“Kirkjuliðsfundur. Eftir gudstænastuna kl. 9,30 sunnudagin 6. februar 2011 verður boðið til kirkjuliðsfund í Jerne Kirke.

Á skránni fyri tí árliga fundinum er kunning um fíggjarviðurskifti kirkjunnar og hvørjar uppgávur og avbjóðingar, vit hava. Hvat skulu vit ítøkiliga gera?

Kom á fund og nem tær kunnleika um viðurskiftini og sig tína hugsan. Vit borðreiða við eini lættari máltíð og vóna, at vit fáa ein góðan fund.”

At hava ein kunnandi fund eftir eina gudstænastu sømir seg væl. So er gudstænastan karmur um kirkjuliðsfundin. Gudstænastan er saman við teim kirkjuligu tænastunum fremsta virksemi fólkakirkjunnar.

Í Jerne Kirke var eisini ein stutt gudstænasta hildin eftir fundin. Dagurin byrjaði við gudstænastu og altargangi. Síðani varð fundur hildin. Og kirkjuliðsfundurin endaði við gudstænastu.

Gudstænastan er ein hóskiligur karmur um kunning og samtalu um kirkjunnar virksemi. Sjálvt um líkleikin er sjónligur ímillum roknskapin hjá kirkjuni og t.d. vinnuligum fyritøkum, so er kirkjunnar innihald øðrvísi.

Kirkjan eigur at varðveita sín samleika sum kirkja og ikki missa seg burtur í fundarvirksemi og tølum. Men tøl eru neyðug, og kunning er ein fortreyt fyri trivnaði og vælveru. Trivnaður og vælvera gevur best hugsandi umstøður hjá kirkjuni at menna sítt virksemi og bera boðskapin um Jesus Krist, kirkjunnar Harra.

JF.