Skriva út

Opið hús í Biskupsgarði

05.06.2026 Tíðindi
Biskupsgardur (1)

Fríggjadagin 5. juni er Mentanarnátt í Havn.
Í hesum sambandi verður opið hús í Biskupsgarði kl. 18.00-20.00, har biskupur við familju býr, og umsitingin hjá Fólkakirkjuni er staðsett. 

Í Bispastovuni verður framsýning av bispakápum og øðrum, ið hoyrir kirkjuni til.
Tú kanst eisini royna eina tykisferð (virtual tour) við VR brillum, og fara ein túr inn í onkra av føroysku kirkjunum.
Opið verður út í garðin, og SEV kórið og Morgunkórið við Sigrið Sivertsen framføra ávikavist kl. 18.30 og 19.00.

Vit bjóða kaffi og leskiligt afturvið og okkurt gott til børnini.
Opið hús er frá kl. 18.00 til 20.00.

Vælkomin í Biskupsgarð.