Skriva út

Onnur kirkjan Árni hevur teknað

15.11.2025 Tíðindi
Arni 1

Árni Winther, arkitektur, sum hevur teknað ta nýggju kirkjuna, ið nú verður bygd á Glyvrum, er hepnari enn flestu arkitektar, tí teir fægstu koma yvirhøvur at tekna eina kirkju. Í hansara føri er nýggja Glyvra kirkja enntá onnur kirkjan, hann hevur fingið møguleikan at tekna.

Orð & myndir: Hilmar Jan Hansen

Tá ið kirkjuráðið á Glyvrum í 2007 skrivaði út arkitektakapping um nýggja kirkju, komu heili 15 uppskot inn, og tá ið avtornaði, átti arkitekturin Árni Winther vinnandi uppskotið. Tað er hetta uppskot, ið mynda ta nýggju kirkjuna á Glyvrum, ið nú verður bygd norðan fyri verandi kirkju.

– Høvuðshugskotið er akkurát tað sama, og eg haldi, at hesi árini er tíðin brúkt skila gott fyri at fáa sum mest møguligt burtur úr teimum kørmum, ið eru settir. Bæði kirkjuráð og prestur hava eisini givið góðan íblástur til, hvussu kirkjan skal brúkast, sigur Árni Winther.

– Grundleggjandi er hugskotið ein rímiliga einfaldur karmur, sum er rúmligur, so kirkjan kann brúkast til øgiliga nógv. Millum annað verður stórur dentur lagdur á mentan, bæði framsýningar og framførslur, og tað er alt partur av hesum, ið nú verður bygt.

Hóast meira enn átjan ár eru liðin, síðani arkitektakappingin var, heldur Árni Winther ikki, at tað endaliga úrslitið er so langt frá upprunaligu tekningunum. Hann vísir á, at tað ikki er fyrr enn seinni í tilgongdini, at arbeitt verður við smálutunum, og sjálvur heldur hann endaliga úrslitið vera púra í tráð við upprunaliga konseptið.

Kirkjur øðrvísi í dag
– Fyrst og fremst hava vit hugt at, hvussu fólk brúka kirkjurnar í dag, tí alt broytist við tíðini. Vit hava vitjað kirkjur og samkomuhús fyri at síggja tær ymsu umstøðurnar, og so hava vit eisini prátað við fólk um, hvussu tey brúka sínar umstøður, sigur Árni Winther.

– Ikki minst vísir tað seg, at tað er ein týðandi sosial dimensjón í, hvussu tú hittir fólk áðrenn og eftir kirkjuligar handlingar, og hvørjar møguleikar tú hevur fyri at samskifta við onnur í hesum sambandi.

Árni vísir millum annað á, at ymisk viðurskifti kunnu her gera seg galdandi, og sum eitt dømi nevnir hann, at serliga føroyska veðurlagið krevur, at tú í dag hevur eina rúmliga forkirkju. Eisini er kórið í nýggju Glyvra kirkju gjørt rúmligt, so pláss er fyri øllum tí nógva virkseminum, ið kann vera mentan, framsýningar, tónleikur og annað, sum møguleikar eru fyri.

– Samanborið við ta gomlu kirkjuna fær tann nýggja eitt stórt rúm aftrat, sum er kirkjukjallarin. Tað, ið fer fram har, er kanska heldur meira einfalt, men krevur tó sítt pláss. Millum annað fer nógv fólk í eitt ervi nú á døgum, og eisini skal kirkjukjallarin vera eitt rúm, har børn og ung føla seg væl, tí hann verður millum annað brúktur til sunnudagsskúla og líknandi virksemi, sigur Árni.

– Júst ein rúmligur kirkjukjallari er nakað, nógvar kirkjur í grundini ikki hava í dag. Tak bara eina stóra kirkju sum Vesturkirkjuna í Havn, so hevur hon ikki nakran veruligan kirkjukjallara, og heldur ikki hevur hon eina rúmliga forkirkju, so tað fortelur eisini sindur um, at hugsað verður øðrvísi í dag, so tí ræður um at lofta tí tørvi, sum er á slíkum rúmum í dag.

Teknað tvær kirkjur
Tað eru ikki nógvum arkitektum unt, at teir sleppa at tekna eina kirkju, men í so máta er Árni Winther í eini serligari støðu, tí nú Glyvra kirkja verður bygd eftir hansara tekning, er tað aðru ferð, hann hevur sett strikurnar á pappíri, sum enda við eini kirkju, tí hann teknaði eisini katólsku kirkjuna í Havn, Mariukirkjuna, ið varð vígd í 1987.

– Tað, sum kanska ger eina kirkjubygging serliga, er tann sannroynd, at menniskju til allar tíðir hava gjørt sær halgidómar og hava brúkt nógva tíð og orku til tað. Ein kirkja í dag skal hóska til tann veruleika, vit eru í nú, og tað stað, hon skal standa, sigur hann.

– Avbjóðingin er, hvussu tú fært ført tann týdningarmikla siðaarvin inn í nútíðina. Eg haldi, at tað eydnaðist væl við Mariukirkjuni, hóast tað er ein nógv minni bygningur, sum kanska eisini verður brúktur øðrvísi. Men tað ræður um at fáa gjørt nakað, ið kann leggja okkurt aftrat staðnum og tí búseting, sum er kring kirkjuna.

Tá ið dóttir Árna, Inga Katrin Winther, giftist við Jónas þór Næs nýggjársaftan í 2016, var vígslan í júst Mariukirkjuni, hóast tey ikki eru katolikkar, og tí mátti serligt loyvi fáast til at hava ein lutherska vígslu har. Inga Katrin er stigin í fótasporini hjá pápanum og er ein av teimum, ið hevur arbeitt mest við nýggju kirkjuni á Glyvrum.

– At dóttirin nú ber tingakrossin víðari, havi eg tað øgiliga gott við, hóast tað kanska er eitt sindur tilvildarligt. Men at hon kom at taka sær av tí, gjørdi tað bara dupult so gott, og tað eri eg bæði glaður fyri og errin av. Ikki bara hon, men eisini fleiri onnur dugnalig fólk hava dugað væl at loftað uppskotinum og verið trúgv ímóti hugskotinum allan vegin ígjøgnum, sigur Árni Winther.