Skriva út

Ólavur Eysturdal virkandi sóknarprestur í Vága prestagjaldi

27.09.2025 Tíðindi
HOYVIKAR KIRKJA PRESTA INNSETAN 84 Websize

Á felags kirkjuráðsfundi 25. september innstillaðu kirkjuráðini í Vága Prestagjaldi Ólav Eysturdal til virkandi sóknarprest.

Lýst hevur verið eftir vikari, nú Marjun í Kálvalíð fer í lestrarfarloyvi í tríggjar mánaðir: November, desember og januar.

Tríggjar umsóknir vóru til kallið sum virkandi sóknarprestur.

Ólavur kemur at skipa tænastuna saman við sóknarprestinum Ingu Poulsen Dam.