Skriva út

Ólavur Eysturdal prestur í Hoyvík og Kaldbak

07.07.2023 Tíðindi

Sunnudagin kl.11.00 skipar Uni Næs, dómpróstur Ólav Eysturdal, prest, í embætið sum virkandi sóknarprestur í Suðurstreymoyar norðara prestagjaldi, í Hoyvíkar kirkju.

Ólavur Eysturdal skal røkja embætið frá 1. august til 30. november 2023, meðan Theodor E.D.Olsen er í farloyvi. Ólavur tók guðfrøðisligt embætisprógv á lærda háskúlanum í Keypmannahavn í 2021, og hevur virkað sum sóknarprestur í Oure-Vejstrup Lundeborg á Fjóni. Ólavur er ættaður úr Klaksvík og er 37 ára gamal.

Í Suðurstreymoyar norðara prestagjaldi eru tveir prestar og tvær kirkjusóknir – í Hoyvík og í Kaldbak, sum Ólavur fer at røkja saman við Bergtóri Hjelm Bjarkhamar, sóknarpresti.