Skriva út

Ólavsøkuprædikan 2011

19.06.2011 Tíðindi
Ólavsøkuprædikan 2011

Á ólavsøku í ár prædikar David Johannesen, sóknarprestur í Vága prestagjaldi. David varð prestvígdur í 1977 og er sostatt tann presturin í føstum kalli, ið hevur hægsta starvsaldur í tænastu í Føroyum.

Í 2012 verður tað Símun Persson Jacobsen, sóknarprestur í Sjóvar prestagjaldi, ið prædikar.

Um tað mundið, tá ið vit yvirtóku málsøkið fólkakirkjan og í tíðini fram til 1. februar 2010, vóru nógvar fyribilsloysnir í eini skiftistíð. Træðrirnir eru festir á so mongum øki, og nú kom so stundin, har ólavsøkuprædikan kemur aftur í sína gomlu og kendu legu.

Siðvenjan var, at tann yngsti presturin í føstum kalli, ið ikki áður hevur prædikað á ólavsøku, prædikar tjóðdag Føroya. Eru fleiri ungir prestar, ið ikki hava prædikað á ólavsøku, so er tað tann av teim ungu við hægsta starvsaldri, ið prædikar.

Í 2007 prædikaði Magnus B. Jørgensen, ið tá var yngsti presturin í kallinum. Í 2008 undirritaði. Í 2009 fráfarni dómprósturin, Bjarni Bæk. Í 2010 Uni Næs, dómpróstur.

Vit hava altíð ein varamann (m/k), ið er fyrireikaður at prædika, um presturin fær forfall. David hevur verið varamaður tvinni ár á rað. Vit hava valt at enda fyribilstíðina virðiliga, so ein trúfastur varamaður kemur til orðanna.

Biskupur hevur havt mannagongdina rundan um ólavsøkuprædikuna til hoyringar hjá Prestafelagnum. Niðurstøðan er greið. Ein samd nevnd mælir til, at vit fara aftur til gomlu skipanina.

Vit hava eina opna, lurtandi og fólkaræðisliga skipaða leiðslu í fólkakirkjuni. Biskupur fegnast um, at hesin leistur tykist at virka. Tað er ein styrki, at nevndu hugtøk í samvinnu við opinleika og gjøgnumskygni eru megintræðrir í leiðslu og skipan.

JF.