Ólavsøkugudstænasta í Keypmannahavn

28. juli klokkan 14 verður føroysk ólavsøkugudstænasta á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn sum startskot fyri ólavsøkuhaldið fyri føroyingar í Danmark.
Tað er ikki bara í Føroyum at ólavsøka verður hildin. Føroyingar í Danmark halda eisini ólavsøku. Tað verður 28. juli og gongur fyri seg á Norðuratlants Bryggjuni, Strandgade 91, 1401 København K. Í hesum sambandi verður byrjað við føroyskari gudstænastu. Tað verður í listaskálanum klokkan 14. Derhard Olsen, prestur, prædikar og Stamen Stantchev tekur sær av tí meira tónleikaligu síðuni av gudstænastuni. Til ber at síggja á heimasíðuni hjá Føroyahúsinum, hvussu skráin annars sær út: www.faroehouse-fo.dana8.dk.
Deknagudstænasta 2. august
Tað er ikki lætt at stápla gudstænastur upp í Keypmannahavn í summarferiutíðini, tí at fleystu føroyingarnir eru í feriu. Men kortini hevur tað eydnast at halda gudstænasturnar koyrandi hvønn 1. og 3. í mánaðinum. Ivasamt var við sunnudegnum 2. august, men nú verður ein deknagudstænasta tann dagin kortini. Tað verður Árant Johannessen úr Esbjerg, sum kemur at taka sær av deknagudstænastuni. Tað er ikki nakað ókent fyri Árant at vera virkin í Samuelskirkjuni, tí at hann virkaði sum deknur til føroysku gudstænasturnar í nøkur ár. Sostatt verður ongin minigudstænasta komandi sunnudag, sum annars var ætlanin, um ikki nøkur gudstænasta skuldi vera 2. august.
Heimasíðan
Øll eru vælkomin bæði til ólavsøkugudstænastuna 28. juli og deknagudstænastuna 2. august. Til ber at fylgja við á heimasíðuni hjá føroyska fólkakirkjuliga arbeiðinum í Keypmannahavn, nær gudstænastur eru og nær onnur tiltøk í tilknýti til Samuelskirkjuna eru: www.samuelskirkjan.dk.