Skriva út

Ólavsøkan 2010

22.04.2010 Tíðindi
Ólavsøkan 2010


Gudstænastan á ólavsøku er nakað serligt. Eitt sjónligt tekin um, at kirkjan og tann politiski myndugleikin í felag byggja land. Ástøðið í lóg og fyrisiting - saman við nøkrum av teim berandi tættunum innan mentan - er ankrað í kristnari hugsan. Gleðiboðskapurin um Jesus Krist er høvuðsinnihaldið í kirkjunnar virki.
Gudstænastan hevur ein almennan dám. Sjálvt um gudstænastan er í dómkirkjuni og harvið fólkakirkjuni, so er hon fyri alt fólkið uttan mun til trúgv og trúarlæru. Kirkjuliga fevnir løtan ta heilagu almennu kirkjuna, samfelag teirra trúgvandi um allan heim, Jesu Kristi kirkju.
Á ólavsøku í ár verður tað Uni Næs, dómpróstur, ið prædikar. Varamaður hansara er David Johannesen, sóknarprestur.
JF.