Skriva út

Okkara vakra andaliga heim

03.08.2026 Tíðindi
Havnar Kirkja 1

Klumma: Sum ung hevði eg eitt upplivilsi frá orgulbonkinum, har fólk pyntaðu kirkjuna til eina brúðarvígslu. Tey høvdu vavt  myrkareyð silkibond og sløjfur um stakar og eisini pyntað altarringin. Alt var til reiðar.
Eitt korter áðrenn slagið skuldi standa, kom gamli presturin inn í kirkjuna og spurdi illskliga: Hvat er hetta fyri nakað? Eg veit ikki, hvør ið svaraði, men prestur gav beinanvegin boð um at taka alt hetta niður beinanvegin. Eg haldi, at tey avvarandi vóru illa við, og eg føldi við teimum.

Hetta upplivilsið kemur mær ofta í huga nú um dagarnar, tá ið so nógvar vígslur eru í gomlu Havnar kirkju. Nógvir ymiskir prestar luttaka, men kirkjutænararnir eru teir somu alla tíðina, allan dagin. ( Lat meg nevna, at eg veit ikki, hvussu støðan er aðrastaðni.)

Kirkjan er  til fyri fólkið, og eingin verður koyrdur út úr kirkjuni. Eg fekk einaferð at vita frá einum prósti, at mann ikki kundi verða vígdur ella doyptur ”loyniliga” í kirkjuni, tí um kirkjudyrnar vóru opnar, so kundi ein og hvør koma inn. Men nú hendan dagin gramdi ein organistur seg á netinum um, at hann óttaðist fyri, at kirkjan bara skuldi blíva ein vøkur kulissa, har mangt  og hvat skuldi gera vígslurnar uppaftur betri.

Viðhvørt eru  brúðarpør, har tann eini kemur úr aðrari samkomu, og tað er bara gleðiligt. Tey kunnu tó ikki vænta, at vígslan verður tann sama sum í samkomuni, tey koma úr, men tað vænta tey viðhvørt. 
Vit í fólkakirkjuni mugu hava rygg til at siga: hetta er okkara vakra andaliga heim, har vit hugsavna okkum og dyrka Gud upp á okkara máta. Vit elska traditiónir og  ritual. Tey eru sum eitt akker og hjálpa okkum og prestunum, eisini í eini svárari støðu.  Einki er vakrari enn okkara brúðarritual. Tað er uppbyggiligt og tolir at verða endurtikið aftur og aftur.

Tónleikurin
Organistar í dag verða bidnir um at spæla alt millum himmal og jørð til brúðarvígslur/jarðarferðir, alt frá kvøðuljómum til klassisk stórverk. Tey kíta seg og  leita eftir nótum á You tube, á bókasøvnum og ringja/skriva til kollegar og skulu við stuttum skotbrá royna at uppfylla ynskir frá avvarandi. ( Í Danmark kostar hetta pening, sum fer, ikki til organistin, men til kirkjuna).

Kanska kann organisturin náa at læra seg hendan ella handan tónleikin, kanska  er hann/hon ikki før fyri tí, og kanska heldur hann/ hon ikki tónleikin vera hóskandi. Og her er tað at eg haldi, at prestarnir mugu vera ”vaksnir” og stuðla sínum medarbeiðarum við at tosa um tingini og taka eina avgerð í felag og ikki bara siga OK til alt.
Kirkjurúmið skal ikki bara vera ein vøkur kulissa ella eitt tivoli. Tað er eitt heilagt, vígt rúm, og vit eiga øll at hjúkla um hetta rúmið, so tað blívur við at vera tað heilaga rúmið, sum er ramman um tær glaðastu hendingarnar,  men eisini ramman um tær myrkastu hendingarnar í okkara lívi.

Oddvør Johansen