Skriva út

Øssur Kjølbro til Norðoyggjarnar

29.05.2024 Tíðindi

Landsstýriskvinnan í mentamálum, Sirið Stenberg, hevur útnevnt Øssur Kjølbro sum sóknarprest í Norðoya vestara prestagjaldi, sum fevnir um Klaksvík, Norðoyri, Ánirnar, Haraldsund, Kunoy, Syðradalur, Húsar, Mikladalur, Trøllanes og Árnafjørður.

Sóknarpresturin er kirkjubókaførandi og jarðarferðarmyndugleiki. 

Undir gudstænastuni í Christianskirkjuni sunnudagin 16. juni kl. 11 verður Øssur skipaður í embætið. Tað er dómprósturin, ið skipar prestin í embætið. 

Øssur byrjaði sum óløntur hjálparprestur í Eiðis prestagjaldi í februar 2018. Tey seinnu árini hevur hann verið virkandi sóknarprestur í styttri og longri tíðarskeið í fleiri prestagjøldum.