Skriva út

Øssur Kjølbro nýggjur prestur í norðoyggjum

15.06.2024 Tíðindi

Í morgin sunnudagin 16. juni skipar Uni Næs, dómpróstur, Øssur Kjølbro í embætið sum nýggjur sóknarprestur í Norðoya vestara prestagjaldi. Hetta verður í Christianskirkjuni kl.11.00. Øssur Kjølbro kemur í embætið eftir Hanusi á Gørðum, sum byrjaði sum sjúkrahúsprestur og prestur í varðhaldinum 1.mai.

Landsstýriskvinnan í mentamálum, Sirið Stenberg, hevur útnevnt Øssur Kjølbro sum sóknarprest í Norðoya vestara prestagjaldi, sum fevnir um Klaksvík, Norðoyri, Ánirnar, Haraldsund, Kunoy, Syðradal, Húsar, Mikladal, Trøllanes og Árnafjørð.
Sóknarpresturin er kirkjubókaførandi og jarðarferðarmyndugleiki og hevur fastan bústað á Brekku 5 í Klaksvík.

Umframt Øssur Kjølbro er Marjun Lómaklett eisini sóknarprestur í Norðoya vestara prestagjaldi.