Skriva út

Øðrvísi føstugudstænastur

07.03.2011 Tíðindi
Øðrvísi føstugudstænastur

Føstan er í tíðarskeiðinum 6. mars –17. apríl fyri páskir.

Í føstuni verða hildnar føstugudstænastur kring landið.

Í suðurstreymi verða gudstænasturnar mikukvøld í teimum trimum kirkjunum: Vesturkirkjuni, Havnar kirkju og í Hoyvíkar kirkju. Ein faldari er gjørdur, sum lýsir, hvussu hesar gudstænasturnar verða hildnar.

Tvær gudstænastur verða í hvørjari kirkju.

Líðingarsøgan ella pínslusøgan (passiónsøgan) verður lisin, serligur føstusálmar verða sungnir, passiónstónleikur verður at hoyra og pasiónsslistin verður ummæld, og listafólk greiða frá síni egnu pasiónsslist.

Mikukvøldið greiðir Eyðun Eliasen, arkitektur frá.

Eisini er ein løta við kvirru.

Byrjað verður í Vesturkirkjuni mikukvøldið 9.mars kl.20.00-21.00. Anne Mette Greve Klemensen, sóknarprestur, prædikar.

Eftir gudstænasta er kaffi at fáa.