Skriva út

”O, sælasta stund” – nú slapp Maria at siga frá uppreisnini

09.04.2023 Tíðindi

Norski blaðmaðurin, Johan Halmrast hevði tilfar til ársins søgu, og vildi tí gera okkurt genialt við innihaldið: Altso, - ein deyður maður var vorðin livandi aftur! Og nú hevði so ein kvinna møtt hesum manninum, - so hví ikki lata hana sjálva siga frá hendingini? Men søgan endaði tó ongantíð á nakrari forsíðu, men í eini yrking við bert trimum sigandi ørindum.

PÁSKASÁLMUR: Fyri ein bert 24 ára gamlan blaðmann kann tað ikki vera annað enn ein stór sensasjón, at ein deyður maður var vorðin livandi, og risin upp úr síni grøv. Men Johan Halmrast hugsaði øðrvísi um hesa serstøku hendingina.
Hann hevur tikið hvørt orð frá einum prædikumanni til sín, og ynskti nú at seta nøkur orð saman um hesa stórhendingina. Neyvan mundi hann tá gruna, hvønn týdning og hvørja útbreiðslu hesi fáu orðini fóru at fáa.

Fyri henda trúgvandi og brekaða tíðindamannin var týdningarmikið at fáa fram, at hetta var veruliga farið fram - at Jesus var vorðin livandi aftur og risin úr grøvini, so sum Hann eisini hevði sagt.
Johan fór skundisliga av møtinum, ynskti ikki at tosa við nakran, tí hann vildi varðveita henda sigursrúsin, sum prædikan hevði skapt innaní honum. At hugsa sær til, at Jesus livir! Tað var júst tað, sum hann hevði hoyrt: Ja, Johan, Jesus livir altso!
Hann fór upp á kamar sítt og settist við borðið henda páskadagin í 1890. Hetta mátti hann bara fáa niður á blað, áðrenn ovseint var. Tíbetur lá tann spíski blýanturin har, og eitt tómt ark. Hann setti blýantin móti pappírinum, og sum tíðindamenn onkutíð gera, so skrivaði hann fyrst yvirskriftina til sangin – ikki ”O, sælasta stund” sum ein kanska kundi vænta, men ”Fagnaður Mariu Magdalenu”.

Orðini hjá prædikumanninum hevði hann lagt sær væl í geyma. Tí, hvat var tað hesin hevði lagt dent á? Jú, tað var hetta, at tú eigur ikki at vera nøgdur við, um bara tú hevur sæð hin upprisna. Nei, tað mást tú ikki halda fyri teg sjálvan. Tú mást bera boðini víðari. Tú mást siga tað við onnur. Tú mást fortelja teimum, at Jesus livir!


Maria Magdalena var ein av teimum trimum kvinnunum, sum fylgdu Jesusi hvar hann enn fór

Út um allan heim
Johan steðgaði á eina lítla løtu, fyri líka at minna seg á, hvat annað, ið prædikumaðurin annars hevði sagt – jú, hetta, at tað er ein livandi frelsari sum vit heiðra hvørji páskir.
Sært tú: Hann er livandi, ikki deyður. Ikki krossfestur, men upprisin. Ikki tann líðandi, men tann sigrandi. Krossfestingin hevur verið. Líðingin er av. Men uppreisnin og sigurin eru her og nú. O, sælasta sælasta stund!
Hann legði blýantin frá sær. Læs øll trý ørindini umaftur. Rættaði onkra stavivillu. Legði arkið frá sær. Hugdi enn einaferð eftir tí. Fór á føtur, og kendi at hann var troyttur.
Í dag hevði ein helst sagt, at eitt hitt var skrivað. Men vælfagnaði løg hava tað við at fána so líðandi, men ikki hesin sálmurin.

Hann var sungin á øllum trimum málunum í Noregi – bókmáli, nýnorskum og samiskum – fór haðani til grannalandið Svøríki og víðari til Norðurlond, ikki minst gjøgnum sangin og tónleikin hjá Frelsunarherinum, og kom soleiðis eisini til Føroyar.
Norskir trúboðarar tóku somuleiðis sangin við sær, tá teir fóru í tænastu fyri Jesus út í fremmand og ókend lond. Hann finst tí bæði á afrikansku stammumálunum santali og gassiskum, og mín sann eisini á kinesiskum.

Alt hetta, og søgan um yrkjaran og tíðindamannin Johan Halmrast kunnu vit við virðing og gleði minnast aftur á, nú sangurin enn einaferð verður sungin hesar páskirnar í føroyskum kirkjum og samkomuhúsum.

Avskeplaður og gløggur
Ikki kom hann til nøkur skorin klæði, hesin lítli og vesæli  Johan, tá hann sá dagsins ljós á fyrsta sinni í norska býnum Lillehammer, hin 2. februar 1866.
Hann var sonur ein timburhandlara, var næstelstur av fimm systkjum, sum øll komu væl fyri í samfelagnum – við undantaki av Johan.
Johan var øðrvísi enn hini fýra: Hann var likamliga veikur frá fyrsta degi, var lítil av vøkstri, eins og likam hansara var merkt av at vera vanskapt.
Ja, hann verður lýstur sum ein drongur við kúlu á bakinum; hevði avskeplaðar fingrar, har fleiri teirra vóru samanvaksnir, og eitt høvd, ið var alt ov stórt í mun til restina av kroppinum.

Hann bar fleiri brek, hesin Johan Halmrast. Eingin mynd er av honum, men hann hevur møguliga sæð soleiðis út – veikur, vesasligur, við kúlu á rygginum og einsamallur

Ein annar Johan, hvørs eftirnavn var Falkberget og sum skrivaði kendu skaldsøguna um Bør Børson, var ein av teimum fáu norðmonnunum, sum hevur hitt Johan og skrivað okkurt um hann. Falkberget brúkar orðini ”næstan dvørgur” um navnabróður sín.
Tá hann var 12 ára fór fyritøkan hjá pápanum av knóranum og familjan flutti síðani til Kristiania, sum Oslo kallaðist tá. Johan hevði livað eitt vart lív heima hjá foreldrum sínum, men mátti nú sjálvur út at hjálpa til at vinna til dagsins uppihald.

Hvat skuldi hesin krypli smádrongurin so finna uppá? Nakað likamligt arbeiði var hann ikki førur fyri at útinna, men hann var hinvegin bæði gløggur og hartil kreativur. Hann gjørdi ikki mætari enn taka penn í hond og byrjaði at skriva.

Brent á báli
Ístaðin fyri bara at sita heima og bína, byrjaði Johan nú at skriva smáar stubbar, greinar og annað tilfar til bløðini, og fekk sítt livibreyð á henda hátt.
Men Johan vildi meiri enn tað. Hann lærdi seg onnur mál, millum annað týskt, og var haraftrat tann fyrsti, sum týddi nøkur av ævintýrunum hjá Grimm-brøðrunum til norskt.
Umframt hetta skrivaði hann einar 30 skaldsøgur um gerandisdagin hjá fólki. Sagt verður, at neyðugt er ikki at hava lisið nógvar síður, fyrrenn ein sær tann kristna reyða tráðin í øllum bókunum. Johan skammaðist nevniliga ikki við at siga og skriva, at hann var trúgvandi og trúði á Jesus.



Fyrst, tá Johan kundi havt hátíðarhildið 100 ára dag sín, reistu trúgvandi tíðindamenn í Oslo honum ein gravstein. Á steinum er ristur sangurin ”Å salige stund”

Í dag eru bert triðingurin av hesum skaldsøgunum kendar. Tá hann doyði í 1912, funnu tey á lítla loftskamari hansara tveir sekkir við handritum, men sum ongantíð høvdu verið útgivin.
Men hvat gjørdu tey við tað? Alt var brent á báli – ólisið!

Forsíðusøga
Tað verður sagt, at summir rithøvundar og summi skald skriva eittans verkið, sum ger at tey ongantíð verða gloymd. Hetta sama kann næstan verða sagt um Johan Halmrast.
Hann skrivaði væl at merkja nógvar aðrar sálmar enn teir báðar, sum norðmenn kenna í dag: Páskasálmin ”Å salige stund uten like” og allahalgannasálmin ”Hen over jord et pilgrimstog”, sum báðir eru yrktir í byrjanini av 1890’unum. 

Johan ynskti at gerast lýrikari, helst sálmayrkjari, og hevði ein dreym um at kunna skriva einar 600 sálmar. Kanska fleiri teirra vóru í báðum sekkunum, sum endaðu á bálinum?
Tað var kortini í 1890, at hann skrivaði sálmin, sum vit fingu á føroyskum máli í 1962 í týðingini hjá Edmundi í Garði. Hvat mundi vera orsøkin til, at hesin bert 24 ára gamli maðurin, hvørs gerandisdagur var so nógv øðrvísi enn hjá teimum flestu, kortini megnaði at skriva ein so góðan og so avhildnan sálm?

Eitt er at duga at fáa orð at ríma. Eitt annað er at kunna fortelja eina ótrúliga dramatiska søgu úr Bíbliuni, og sum í hesum førinum einans telur 24 reglur í trimum ørindum.
Men eitt heilt triðja er, at kunna skriva ein slíkan sang, eins og var hann ein tíðindamaður, ið sat og eygleiddi, - ikki bara ein hending, men ein stórhending (sí tekningina).


Soleiðis ímyndar ein teknari sær støðuna, tá Jesus og Maria hittast í urtagarðinum. Tíðindamaðurin hevur funnið sær eitt gott stað at eygleiða hendingina, so hann kundi fáa alt við. Hetta endaði tó ikki við eini forsíðusøgu, men í heimskendum sálmi

Henda reportasjan, sum í hesum føri er, tá Maria Magdalena sigur lærusveinum Jesusar frá stórhendingini, at meistari  er risin upp, endaði ikki sum ein søga á nakrari forsíðu, men var ístaðin skrivað sum ein yrking.

”Eg havi sæð Harran”
Mangt og hvat er sagt og skrivað um Mariu Magdalenu millum ár og dag, - hesa kvinnuna, sum í sálminum lýsir seg sjálva at vera tann ringasta ringa, men sum kortini fekk sess við Harrans borð.

Vit vita tó frá Bíbliuni, at hon var ein av kvinnunum, sum fylgdu Jesusi eftir, og sum triðja dagin eftir krossfestingina kemur grátandi til ta tómu grøvina.
Her møtir honum einum manni, sum hon fyrst heldur vera urtagarðsmaðurin, men tá maðurin so sigur navn hennara Maria, kennir hon beinanvegin Jesus aftur.


Maria hevði skund, nú boðini um tann upprisna frelsaran skuldu berast til lærusveinarnar. Hon gjørdist soleiðis fyrsti kristni boðarin um hesa stórhending

Tað er tá, at hon fer stórleypandi aftur til lærusveinarnar, og sigur teimum, at hon hevur møtt Jesusi, og at hann er upprisin. Sambært tí, sum Jóhannes evangeliið skrivar, er hon – altso ein kvinna, sum ikki hevði nógv virði tá tí tíðini - sostatt tann fyrsti kristni boðarin, tá hon sigur: ”Eg havi sæð Harran!”.
Jú, hon er tann fyrsta, sum bar hesi týdningarmiklu boðini víðari, og sum tann kristna kirkjan byggir á enn tann dag í dag. At gera hetta var uttan iva týdningarmesta gerð hennara í allari Bíbliuni.

Vit vita ikki, hvat tað var sum gav Johan íblásturin til sálmin, sum sló navn hansara fast í norskari sálmasøgu, og sum aftur verður sungin nú um páskirnar í kirkjunum í Noregi, í Føroyum og aðrastaðni, men ein hevur altíð loyvi at gita, soleiðis sum roynt var fyrst í hesi greinini.
At sálmurin hinvegin er vorðin bæði kendur og er fólkaogn, kemur uttan iva av vakra og vælsyngjandi lagnum, sum norska tónaskaldið Kristian Wendelborg skrivaði, longu tá fyrsta ørindið kom út í 1890. 

Bæði orðini og lagið hava gjørt sítt til, at hesin sálmurin livir enn í dag. Og hví skuldi hann ikki tað, tá hann er júst um Hann sum gjørdist livandi – og livir enn í dag!


Sálmurin ”O, sælasta stund” er týddur til nógv ymisk tungumál – eisini føroyskt, her hann verður sungin í KFUM/K í Klaksvík eini páskir

Vit doyggja – men sangurin livir
Johan Halmrast sjálvur navngav sálmin ”Fagnaður Mariu Magdalenu”, og á heysti 1890 stóð fyrsta ørindið á prenti í blaðnum ”Sangertidende”. Árið eftir stóðu øll trý ørindini í sangbókini ”Noahs due”. Av teimum 225 sálmunum í hesi bókini átti Johan 14 teirra. Men í dag eru altso bert tveir av sálmum hansara kendir og brúktir í heimlandinum. 

Seinastu árini av hansara 46 ára langa lívi vóru bæði tung og strævin. Hann megnaði ikki at skriva eins nógv og hann hevði gjørt áður, men vinir í Frelsunarherinum, har hann kendi seg heima og gekk til kristiligar fundir, góvu honum ymiskar uppgávur at rættlesa. Teir syrgdu haraftrat fyri, at hann fekk bæði mat og klæðir.

Hann andaðist fríggjadagin 22. november í 1912 av lungnabruna. Lýsingin við andláti hansara var prentað tríggjar ferðir í lokalblaðnum, men til jarðarferðina, týsdagin 26. november vóru einans seks fólk: pápin, ein beiggi og fýra offiserar úr Frelsunarherinum.
Leingi var ógreitt, hvar hann var grivin, og onkur óttaðist fyri, at grøvin var horvin. Men undan 100 ára degi hansara, í 1966, eydnaðist at finna hana aftur.
Trúgvandi tíðindafólk í Oslo-pressuni tóku seg saman og syrgdu enntá fyri, at ein gravsteinur yvir henda trúgvandi starvsfelaga teirra kom at standa á grøvini. Hesin steinur sæst framvegis á Vestre Gravlund í Oslo. Sum myndir vísir, eru tey trý ørindini í páskasálmi hansara innskrivaði í steinin.


Eingi páskir uttan páskablómur – og páskasálmin ”O, sælasta stund”

Vit enda hesa stuttu frásøgnina við eini hending, tá ein triði Johan kom á pallin, Johan Lunde. Teir vóru báðir ættaðir úr Lillehammer, vóru føddir sama ár og komu at ganga í skúla saman.
Tá teir hittust var Halmrast illa farin, men fekk tó sagt hinum, at hann metti lív sítt vera órættvíst. Hjá honum var alt miseydnað.
Men tá svaraði Lunde honum so vísiliga aftur: - Nei, tað hevur tú ikki rætt í. Skjótt eru vit báðir farnir og gloymdir. Men páskasálmur tín ”O, sælasta stund – ein finst líki” fer at liva langt aftaná at vit báðir eru farnir foldum frá.
Johan Lunde fekk rætt!

Orð: Snorri Brend (www.folkakirkjan.fo) Myndir: Alnetið

O, sælasta stund - ei finst líki

O, sælasta stund - ei finst líki,
Guðs sonur, hann livir í dag!
Hann sigrandi skipar sítt ríki,
mín sál, sum tú kanst verða glað!
Hann reis upp hin sælasta morgun
úr grøv, har so bleikur hann lá,
tá lætti av sárastu sorgum,
eg aldri so fagran hann sá.

2. Hann livir, og nú vil hann bera
til síni tey sælastu orð -
ja, eg, sum man ringastur vera,
mær býður hann sess við sítt borð.
So vil hann mær tænastu fáa
at boða ta lívsælu troyst,
og eftir tí einglarnir tráa
at skoða: ein sál verður loyst.

3. O, sælasta stund - ei finst líki,
hann livir, hann livir í dag!
Hann sigrandi skipar sítt ríki,
mín sál, sum tú kanst vera glað!
Við grøv hans tú troyst vildi vinna
og leitaði syrgin í lund,
tú livandi fekst hann at finna,
á sælasta, sælasta stund.

Orð: Johan Halmrast 1890
Týðing: Edmund í Garði 1962.