Skriva út
Nývaldu kirkjuráðini
27.11.2009 Tíðindi

Fyrsta sunnudag í advent byrjar eitt nýtt kirkjuár. Tíðin rennur, og árini fara. Sjálvt um mangt broytist, so er uppgávan hjá kirkjuni hin sama øld eftir øld. Siðir broytast, men innihaldið, boðskapurin, er hin sami. Orðavalið og tann málsligi búnin skiftir, men grundtónin er hin sami. Ein frelsari er føddur, og vónin livir, tí eisini í morgin er boðskapurin lívgevandi.
Sunnudagin taka tey nývaldu kirkjuráðini við ábyrgd. Valið varð væl úr hondum greitt. Bæði umsitingin í fólkakirkjuni og tey staðbundnu valstýrini gjørdu eitt gott arbeiði. Eingin kæra kom um valið, so tað er í sjálvum sær nakað, sum boðar frá, at fólkaræðið virkar. Álit er á skipanini, og fólkakirkjan eigur dugnalig álitisfólk, mong í tali.
Sjálvt um vit einans høvdu beinleiðis val í fimm kirkjusóknum, so hava vit havt óbeinleiðis val so mangar staðir. Óbeinleiðis val sipar til livandi orðaskifti í sambandi við uppstilling. Kirkjuliðið fær møguleikan at koma til orðanna, og ein ella fleiri listar verða gjørdir. Fólkaræðið er ikki einans valið. Fólkaræðið er møguleikin at velja beinleiðis, og møguleikin at velja valið frá. Og seinast nevndi møguleikin er tað, ið eg kalli óbeinleiðis val.
At skipanin virkar, eru tey mongu nýggju andlitini eitt prógv um. Vit siga, at vit ynskja val, tí vit vilja geva frískum krefturm ein møguleika. Hesin møguleikin er eisini við óbeinleiðis vali. Okkurt kirkjuráð, ið ikki hevði beinleiðis val, hevur skift fimm av seks limum út.
Leiðslan í fólkakirkjuni takkar teimum mongu, sum í ár lata sessin í kirkjuráðnum frá sær. Eitt stórt arbeiði, stór ábyrgd og trúgv tænasta. Fólkakirkjan virkar sum ein livandi og vælvirkandi kirkja takkað verði teimum mongu, sum gera eina tænastu í kirkjuráði ella í samráð við kirkjuráðið. Kirkjuráðið kallar tænarar í tænastu og skipar arbeiðið í og runt um kirkjuna. Nógv fólk, fleiri ferðir tíggju, ja í onkrari bygd / onkrum býi yvir hundrað, gera eitt ólønt arbeiði í kirkjuni, t.d. halda hana heita og reina og ganga kirkjuni og kirkjuliðnum til handa í Harrans tænastu.
Samstundis sum vit takka teimum, ið leggja frá sær, ynskja vit teim nýggju vælkomin. Vit vóna, at arbeiðið í kirkjuráðnum verður hinum einstaka kirkjuráðsliminum til gleði, fólkinum til signingar og Guði til heiðurs.
Vit siga takk fyri avrikað verk. Vit siga vælkomin til arbeiðis.
Leygardagin 30. januar 2010 verður skeið fyri øllum kirkjuráðslimunum á Hotel Føroyum. Kirkjuráðslimirnir fáa hvør í sínum lagi eina persónliga innbjóðing við neyvari skrá. Innihaldið verður upplýsandi runt um evnið at vera kirkjuráð og kirkjuráðslimur.
JF.
Onnur tíðindi