Skriva út

Nýtt ungdómskór í Gøtu kirkju

31.10.2011 Tíðindi
Nýtt ungdómskór í Gøtu kirkju

Símun Hammer, urguleikari í Gøtu kirkju, hevur fyri stuttum tikið á seg at byggja upp eitt ungdómskór, ið eftir ætlan eisini kemur at verða partur av kirkjulívinum í Gøtu kirkju. “Tó er ætlanin, at kórið skal hava ein nokk so breiðan profil, soleiðis at flest møgulig kenna seg heima í kórinum. Kórið er ikki eitt gospelkór, men heldur ikki eitt beinleiðis klassiskt kirkjukór, so vit lenda onkunstaðni mitt har ímillum,” soleiðis sum Símun Hammer tekur til um hetta nýggja tiltak.

Símun hevur frammanundan drúgvar royndir við leiðslu av ungdómskórum frá teimum árunum, hann starvaðist sum organistur í Tromsø í Noregi, og vit eru honum takksom fyri hetta spennandi og slóðbrótandi tiltak, bæði at læra tey ungu at syngja sum eisini at geva teimum innlit í musikkteori, nótalæru o. a. Tað ungur nemur, gamal fremur, og tað, tú lærdi á ungum árum, eigur tú fyri lívið.

Frammanundan hava vit her á landi bert 3 kór, ið beinleiðis ganga undir heitinum: kirkjukór. Tey eru: Kirkjukórið Ljómur í Vági, Kór Glyvra kirkju og Kirkjukórið í Fríðrikskirkjuni, so hetta ungdómskirkjukórið verður hitt fyrsta av sínum slagi og kemur vónandi at leggja lunnar undir fleiri líknandi kirkjukór í oyggjum okkara.

Týskvøldið 13. sept. var við treysti lagt fyri og væl av ungdómi hiðani úr bygdunum var møttur til fyrstu kórvenjingina í kirkjuni. Vit ynskja Símuni Hammer og ungdóms-kirkjukórinum signing Guðs sum blíðan byr og gleða okkum til í næstum at hoyra kórið syngja bæði við guðstænastur, konsertir sum onnur høvi.