Skriva út

Nýtt klokkuspæl í Miðvágs kirkju

01.04.2021 Tíðindi

Páskadag kl. 11.00, verður hátíðargudstænasta í Miðvágs kirkju.

Til gudstænastuna luttaka báðir prestarnir.

Trý kirkjufólk úr bygdini hava skipað fyri at útvega eitt spennandi klokkuspæl at geva kirkjuni.

Undir gudstænastuni verður klokkuspælið alment tikið í brúk, meðan kent páskalag hoyrist úr torninum - í kirkjuni og um alla bygdina.