Skriva út
Nýtt kall og nýggjur prestur
01.02.2010 Tíðindi

Í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi hava verið tveir prestar. Henda skipanin er gomul, umleið javngomul við Vesturkirkjuna.
Høvuðsstaðurin er vaksin, og við vaksandi fólkatali veksur arbeiðsbyrðan hjá prestunum. Prestagjaldið telur fýra kirkjur bæði i býi, á bygd og oyggj. Arbeiðsbyrðan hjá prestunum er ov stór, og tess vegna varð biðið um, at eitt nýtt kall varð sett á stovn í prestagjaldinum.
Umbønin varð játtað, og sunnudagin hin 7. februar 2010 verður tað nýggja kallið mannað. Tað verður Bjarni Bæk, fyrrverandi dómpróstur, ið innsetir prestin, meðan Uni Næs, dómpróstur, riggar av og sigur farvæl í Eysturoynni.
Tann nýggi presturin er Derhard Olsen, ið tekur við sum sóknarprestur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi. Derhard var fyribils prestur við Samuelskirkjuna á Nørrebro í Keypmannahavn í eitt gott ár. Hann varð prestvígdur av Erik Norman Svendsen, fyrrverandi biskupi í Keypmannahavn, tann 28. august 2008.
Derhard er 35 ára gamal. Hann hevur lisið gudfrøði við lærda háskúlan í Keypmannahavn.
Vit bjóða Derhardi vælkomnum í hópin av føroyskum prestum.
JF.
Onnur tíðindi