Skriva út

Nýmálað kirkja til tann stóra dagin

30.06.2022 Tíðindi

Tað er ikki á hvørjum degi at barnadópur er í Skúvoy kirkju. Men soleiðis verður tað leygardagin í næstu viku, - enntá í eini nýmálaðari kirkju.

Orð: Snorri Brend (folkakirkjan.fo)

SKÚVOY: - Vit hava sjálvandi valt ta bestu framleiðsluna, nú Skúvoyar kirkja verður málað, sigur Eivind Kolden.

- Vit brúka vatnbaseraða oljumáling við eitt sindur av glansi í, sum ger sítt til, at kirkjurúmið fær júst tað snøgga og vakra skinið, sum tað altíð hevur havt og eigur at hava.

Hann er bæði málarameistari og gólváleggjari úr Skopun, og hevur seinastu tríggjar vikurnar verið staddur í Skúvoy, har uppgávan er at mála kirkjuna innan.

Litirnir í kirkjuni eru stórt sæð teir somu, sum teir vóru frammanundan. Men kirkjuráðið hevði tó eitt ynski um, at loftið í kirkjurúminum fekk ljósabláan lit. Og tað ynskið hevur Eivind sjálvandi gingið á møti.

Tá ein arbeiðir innanveggja, er ein ikki so bundin av, hvussu veðrið skikkar sær, og tí væntar hann, at arbeiðið fer at nærkast endanum, tá næsta vika er liðug og leygardagurin 9. juli 2022 upprennur.

Tí, tað er í roynd og veru ikki bert Eivind Kolden sum ynskir, at arbeiðið skal verða liðugt júst henda dagin. Tað gera fleiri onnur, ikki minst lítla dreingjabarnið, sum henda dagin verður borin til dópin í kirkjuni.

Pápin at barninum er dani, men mamman hevur ættarbond úr Skúvoy. Hetta verður uttan iva ein stórur dagur fyri bygdarfólkið, tí tað er neyvan á hvørjum sunnudegi, at eitt barn verður borið til dópin her.

Og tað er so als ikki á hvørjum ári, at eitt barn verður borið til dópin í eini nýmálaðari kirkju í Skúvoy.

KIRKJAN HEVUR STÓRAN TÝDNING
Henda kirkjan í Skúvoy, sum varð vígd 30. mai í 1937 – tað vil siga fyri 85 árum síðani – avloysti ta gomlu kirkjuna frá 1852. Eitt serstakt er við nýggju kirkjuni, og tað er, at hon vendir suður-norður, og ikki eystur-vestur, sum aðrar.

Tað var H.C.W. Tórgarð, arkitektur, sum teknaði kirkjuna – eitt arbeiði, sum fólk hava virðing fyri, og sum eisini hevur hugtikið øll tey, ið regluliga ganga í kirkju her, ella hava vitjað kirkjuna.

Hesa somu virðingina fyri slíkum Gudshúsi hevur Eivind Kolden sjálvandi eisini. Tí, sum hann sigur: - Hetta er ein hugnalig kirkja í eini lítlari bygd, og sum fólk eru góð við.

- Kirkjan stendur væl fyri í bygdini, og betýðir sera nógv fyri fólkið herúti. Tí er neyðugt hjá okkum at gera arbeiðið í hesi kirkjuni so gott og snøgt sum gjørligt, greiðir Eivind Kolden frá.

Tað var eisini fyritøkan hjá honum, sum fyri tveimum árum síðani málaði kirkjuna uttan. Tá fekk hann ein fyrispurning, um tað mundi fara at liggja fyri hjá honum at mála kirkjuna innan tvey ár seinni. Tað er so hetta arbeiðið, sum hann og eitt annað starvsfólk eru í ferð við beint nú.

- Tað hevur hevur gingið væl hjá okkum at mála, og vit verða liðug við tað stóra arbeiðið innan 9. juli. Eftir tað eru onkur smærri arbeiði at gera, sum ikki taka meiri enn eina viku at gera.

- Men eg kann lova teimum, at kirkjan nú er vorðin bæði snøgg og snotilig innan, sigur Eivind Kolden.

Hesa tíðina, ið málararnir hava verið til arbeiðis í kirkjuni, hava gudstænastur við dekni verið í bygdarskúlanum.

ÁLIT Á GUD
Ein av teimum, sum sær týdningin at sleppa í kirkju, har ein býr, er Inga Tórarenni í Skúvoy. Tað er eisini hon, ið hevur tikið myndirnar í hesi greinini.

Hon hevur, í eini greinarøð um bygdarkirkjurnar í 2018, lýst, hvussu stóran týdning tað hevur, at hon, og ættarlið undan henni hava raðfest hetta sunnudag eftir sunnudag.

- Eg elski at fara í kirkju, hoyra lesturin og at syngja sálmarnar, eins og eg havi gjørt frá barni av. Tað gevur mær ein innari frið – ein sálarfrið, sigur Inga.

Og í sama andadrátti leggur hon aftrat:

- Uttan lestur og sálmasong, uttan mítt andaliga heim og familju í Kristi, - ja, so er ein lívsviktigur partur av mær deyður.

Tey eru ikki nógv ið samlast her. Men Inga er púra sannførd um, at verður Guds orð ikki boðað á einum staði – lítlum ella stórum – so verður staðið til eitt heiðið stað.

- Lat ongan iva vera um, at vit fáu hava brúk fyri at hoyra Guds orð. Vit hava eisini brúk fyri at koma saman og lova Gudi í sálmunum og bønum okkara.