Skriva út

Nýggjur sóknarprestur í Suðuroyar norðara prestagjaldi

06.10.2023 Tíðindi

Sunnudagin 8. oktober byrjar Annika Magnussen Gaard í embætinum sum nýggjur sóknarprestur í Suðuroyar norðara prestagjaldi. Tað er Uni Næs, dómpróstur, ið skipar nýggja sóknarprestin í embætið undir gudstænastuni í Tvøroyrar kirkju sunnudagin kl.11.00.

Annika er kallað at vera sóknarprestur í Suðuroyar norðara prestagjaldi við sæti á Tvøroyri frá 1. oktober.

Annika er 33 ára gomul, og er úr Tjørnuvík. Hon bleiv kandidatur frá teologisku deildini á Universitetinum í Keypmannahavn á sumri 2022.

Annika Magunssen Gaard varð prestvígd í Havnar kirkju – dómkirkjuni 17. september.

Tað eru tveir sóknarprestar í Suðuroyar norðara prestagjaldi. Hin sóknarpresturin er Hanus Pál Jógvansson, sum býr í Leirum í Hvalba.

Kirkjurnar, ið hoyra til Suðuroyar norðara prestagjald eru: Tvøroyrar, Fámjins, Hvalbiar, og Sandvíkar kirkja og Bønhúsið í Øravík.