Skriva út

Nýggjur prestur í Klaksvík

15.12.2006 Tíðindi
Magnus B. Jørgensen verður prestvígdur og innsettur sum sóknarprestur í Norðoya vestara prestagjaldi 14. januar.

Sunnudagin 14. januar 2007, verður cand. teol. Magnus Brahé Jørgensen úr Havn  prestvígdur og innsettur sum sóknarprestur í Norðoya vestara prestagjaldi. Vígslan og innsetingin fara fram í Christianskirkjuni við guðstænastu, sum byrjar kl. 11.00. Tað er Hans J. Joensen, bispur, sum stendur fyri vígsluni, meðan Bjarni Bæk, dómpróstur, stendur fyri innsetingini. Magnus B. Jørgensen avloysir Hans Eiler Hammer, sóknarprest, sum nú røkir prestaembæti í Noregi. Við starvinum er tænastubúðstaður, nevniliga prestagarðurin á Prestvegi í Klaksvík. Prestagarðurin, sum júst er umvældur, er bygdur í 1928. 7 umsóknir vóru til starvið í Norðoya vestara prestagjaldi, sum umfatar kirkjusóknirnar Klaksvík, Árnafjørð, Kunoy, Húsar og Mikladal. Tveir prestar eru í prestagjaldinum. Hin sóknarpresturin er Niels Pauli Danielsen.

Norðoyggjar vóru til 1934 eitt prestagjald við einum presti, sum búði í Ónagerði á Viðareiði. Í 1928 varð búfastur kappelánur settur í starv í Klaksvík. Í 1934 varð Norðoya vestara prestagjald skipað. Í byrjanini var bert ein prestur, men síðani 1948 hava teir verið tveir. Báðir prestarnir búgva í Klaksvík.