Skriva út

Nýggjur prestur á Viðareiði

12.03.2012 Tíðindi
Nýggjur prestur á Viðareiði

Komandi sunnudag 18. mars kl. 12.00, verður Kirsten Donskov Felter skipað í embætið í Norðoya eystara prestagjaldi. Kirsten Donskov Felter skal røkja kallið eystan Múla í tíðarskeiðinum 15. mars til 31. juli. Kirsten kemur úr Vesterbølle í Himmerlandi, har maður hennara eisini er prestur.

Í nøkur ár hevur Kirsten verið knýtt til lærda háskúlan í Keypmannahavn sum granskari í praktiskari gudfrøði.

Kirsten hevur m.a. eisini verið prestur í Aars í Himmerlandi og í Viborg dómkirkju.

Orð: UN
Mynd: ANH