Skriva út

Nýggjársurgukonsert í Hoyvíkar kirkju

20.01.2026 Tíðindi
Ari Hammer Joensen

Sunnukvøldið 25. januar kl. 19:00 verður nýggjársurgukonsert í Hoyvíkar kirkju við Ara Hammer Joensen urguleikara.

Ari Hammer Joensen gongur á triðja árið bachelor á tí Kongaliga Danska Musikkonservatoriinum í Keypmannahavn. 

Hetta er triðja árið á rað, at Ari spælir nýggjársurgukonkonsert. 

Konsertin er í tveimum pørtum, fyrri partur er meira siðbundin orgultónleikur og annar partur er festligur orkestur tónleikur umsettur til orgul.

Konsertin er ókeypis og varir ein tíma.

Skráin sær soleiðis út:

1. Marcel Dupré (1886-1971)

    Trios Préludes et Fugues Op. 7

 I.   Preludium og Fuga í H-dur Op. 7 Nr. 1 

II.  Preludium og Fuga í f-moll Op. 7 Nr. 2

III. Preludium og Fuga í g-moll Op. 7 Nr. 3

2. Johann Sebastian Bach (1685-1750)

    Úr 18 Leipziger Choräle

     Allein Gott in der Höh sei Ehr BWV 663 
       

3. Louis Vierne (1870-1937) 

    Úr 6. Symfoni Op. 59

V. Final 

4. Émilie Waldteufel (1837-1915) 

     Les Patineurs (Skoytu valsurin) 

     Arr. Jonathan Scott 

5. Johann Strauss I (1804-1849) 

   Radetzkymarsch 

   Arr. Jonathan Scott