Skriva út

Nýggjárskonsert í Hoyvíkar kirkju 21. januar

19.01.2024 Tíðindi

Sunnudagin 21. januar kl. 17 verður urgukonsert í Hoyvíkar kirkju. Ari Hammer Joensen spælir.

Ari vann í fjør fyrstu virðisløn í kappingini Stella Polaris í bólkinum fyri ung millum 14 og 18 ár, og nú lesur hann á Kongaliga Musikkkonservatoriinum í Keypmannahavn.

Talan er um eina nýggjarskonsert við festligum tónleiki, sum Ari sjálvur hevur valt. Á skránni verða verk eftir Bach, Reger, Waldteufel og Bizet.