Skriva út

Nýggj útgáva við lestrum hjá Jógvan Fríðriksson, biskupi

02.12.2022 Tíðindi

Í vikuni kom út bókin Sit hjá mær sum er eitt úrval av lestrum sum Jógvan Fríðriksson, biskupur, hevur skrivað á netavísini VP.

Hetta er fimta bókin í røðini við lestrum. Sjálvur sigur Jógvan Fríðriksson í formælinum, at tað hevur verið honum ein fragd og gleði at skriva lestrarnar.

- Endamálið er einfalt og tvíliðað: At siga eitt orð um Jesus og vera góður við menniskju, sigur biskupur.

Á permuni er Jógvan avmyndaður saman við konuni, Mariu.

Bókin, sum er innbundin, er 222 síður og kostar eins og undanfarin ár 298 krónur.

Sit hjá mær fæst í bókabúðunum kring landið.