Skriva út

Nýggj skaldsøga

04.07.2022 Tíðindi

Ein nýggj bók er komin í bókabúðirnar. Tað er skaldsøgan Vón og væntan, sum David Johannesen, fyrrv. sóknarprestur í Vágum, hevur skrivað.

Hetta er triðja skaldsøgan hjá Davidi. Bókin er um Jesus og Pætur, kristni og gudfrøði. Skaldsøgan umrøður tilveruspurningar sæð við lutherskum eygum. Tað er Forlagið Vón í Miðvági, sum gevur út.

Skaldsøgan er 147 blaðsíður til støddar.