Skriva út

Nýggj kirkja í Hoyvík

28.08.2006 Tíðindi

Farið var undir at byggja nýggja kirkju í Hoyvík í juli 2005. Ætlandi verður kirkjan vígd í 2007.

Tað var longu fyrst í áttatiárunum at farið varð undir at fyrireika at byggja kirkju í Hoyvík. Bygdin var longu tá vaksin nógvar ferðir tað, hon var frammanundan, og tað var ein saknur hjá fólki, at eingin kirkja var, so eisini komandi ættarliðið vandist við tann partin av lívshátti føroyinga at fara í kirkju sunnumorgnar, tá kirkjuklokkan kallaði.

Nevnd varð sett at fyrireika og fáa í lag arkitektakapping um nýggju kirkjuna, og arkitektarnir Albert Isfeld og Gudmund Hansen áttu uppskotið, sum vann. Tórshavnar býráð sýndi stóra vælvild og læt grundstykki at byggja kirkjuna á. Farið varð eisini undir at savna saman pening, og var komið so væl áleiðis, at byggingin var um at fara í gongd. Men tá kom knappliga kreppan fyrst í nítiárunum, og undir slíkum umstøðum var ikki hildið rætt at fara undir so kostnaðarmikið verk.

Tá kreppan var væl og virðiliga av, varð aftur farið undir arbeiðið at byggja kirkju í Hoyvík, og tíðliga í fjør heyst byrjaði arbeiðið. Arbeiðið hevur gingið væl higartil, so vónandi verður kirkjan liðug seint á heysti 2007.