Skriva út

Nýggj kirkja ávegis á Glyvrum

17.02.2023 Tíðindi
Í skjótt 20 ár hevur verið arbeitt fram ímóti at fáa nýggja kirkju á Glyvrum, men nú er gongd komin á, so sáttmáli er gjørdur við arkitektavirkið SNA um at prosjektera kirkjuna

Nýggja kirkjan á Glyvrum skal koma í staðin fyri ta gomlu, sum er frá 1927, men varð bygd út og endurvígd í 1981. Gamla kirkjan tekur 600 fólk, men ætlandi skal rúm vera fyri 750 fólkum í nýggju kirkjuni, sum eisini skal hava fullan kjallara.

– Tað byrjaði við, at vit fyrst í hesi øldini ætlaðu at gera nakrar broytingar í kirkjuni, sum ikki var so væl egnað, tá ið talan var um onnur tiltøk enn ta vanligu gudstænastuna, sigur Hans Jacob Lamhauge, sum hevur verið kirkjuráðsformaður á Glyvrum síðani 2002.

– Vit settu fram ynski um nakrar broytingar, men táverandi biskupur, Hans Jacob Joensen, helt fyri, at “nú skuldi ikki meira pjøssast upp á Glyvra kirkju”, men at vit heldur skuldu hava eina nýggja kirkju. Jógvan á Lakjuni, sum tá var landsstýrismaður í mentamálum, bar skjótt at og lovaði okkum fígging.

Úrslitið av hesum gjørdist, at skrivað varð út ein arkitektakapping, og ikki færri enn 15 uppskot komu inn. Á sumri í 2007 varð so kunngjørt, at Árni Winther Arkitektar áttu vinnandi uppskotið, og tað er hetta uppskot, ið skal mynda nýggju kirkjuna á Glyvrum, ið verður bygd norðan fyri verandi kirkju.

Gjørt sáttmála
Síðani er tað hent, at arkitektavirkið hjá Selmari Nielsen, SNA, í 2017 yvirtók Árni Winther Arkitektar, og tí er tað við SNA, at sáttmáli herfyri varð gjørdust um prosjekteringina av nýggju kirkjuni á Glyvrum.


Hans Jacob Lamhauge, kirkjuráðsformaður

– Teir eru farnir í gongd, so tað arbeiðið koyrir, sum tað skal. Síðani vit byrjaðu við hesum fyri skjótt 20 árum síðani, hava vit brúkt mestu orkuna uppá at samla pengar inn, so vit nú hava nóg mikið til okkara part av kostnaðinum, sigur Hans Jacob Lamhauge.

– Vanliga verður kirkjubygging fíggjað við einum triðingi frá kirkjuráðnum, einum frá stiftsstjórnini og einum frá tí almenna. Vit hava gjørt okkara og stiftsstjórnin sítt, og tí vænta vit eisini, at parturin hjá tí almenna fer at koma upp á pláss. Ætlanin hjá okkum er, at vit skulu fáa eina nýggja kirkju upp at standa fyri umleið 90 milliónir krónur, tá ið alt er klárt og liðugt.

Kirkjuráðsformaðurin sigur, at við nýggju kirkjuni fær kirkjuliðið á Glyvrum góðar karmar, ið hóska til tað virksemi, sum er í dag, tí tað er munandi øðrvísi nú, enn tað var fyrr.

– Tað er ikki longur soleiðis, at tú kemur í kirkjuna henda eina tíman um vikuna, setur teg á ein stól og so fert avstað aftur, so skjótt sum gudstænastan er liðug. Nú hava vit sunnudagsskúla undir gudstænastuni, og eisini er kirkjan karmur um kórsang, listaframsýningar og alt møguligt annað – umframt allar tær vanligu kirkjuligu tænasturnar, sigur hann.

Eingin avgerð enn
Hans Jacob Lamhauge ásannar, at nýggja kirkjan verður rættiliga serstøk og fer ikki at líkjast nakrari av teimum kirkjum, vit hava her á landi í dag. Tað sær hann bara sum eina spennandi avbjóðing, tí allar kirkjur nýtast ikki at vera átøkar hvørjiaðrari.

– Og so er tað sjálvandi eisini ein spurningur, hvat vit so skulu gera við ta gomlu kirkjuna, tá ið tann nýggja er komin. Tað hava vit onga støðu tikið til enn, tí har eru sjálvandi fleiri møguleikar. Ikki er tað heldur nøkur løtt avgerð at taka, men lat okkum nú fáa ta nýggju kirkjuna fyrst, so kunnu vit taka hitt aftaná, sigur hann.

Yvirhøvur sigur kirkjuráðsformaðurin, at fólk á staðnum eru spent og spyrja eftir nýggju kirkjuni, tí tey gleða seg til aðrar og meira tíðarhóskandi umstøður, nú gamla kirkjan skjótt fer um tey 100 árini og útbyggingin av henni longu hevur yvir 40 ár á baki.

– Eg havi einki merkt til, at fólk ikki vilja hava eina nýggja kirkju ella at tey eru misnøgd við, at ein nýggj kirkja skal koma. Tvørturímóti hava vit bara møtt vælvild og stuðli frá fólki allan vegin ígjøgnum, og tað hevur gjørt tað hugaligt at arbeiða við hesum spennandi ætlanunum, ið vit nú vónandi kunnu seta fulla ferð á, sigur Hans Jacob Lamhauge at enda. 

Orð og myndir: Hilmar Jan Hansen