Skriva út
Nýggj kirkja á Glyvrum
30.09.2025 Tíðindi

Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður, hevur í skrivi til kirkjuráðið á Glyvrum og teir kirkjuligu myndugleikarnar givið kirkjuráðnum loyvi at byggja nýggja kirkju.
Kirkjuráðið á Glyvrum hevur miðvíst arbeitt við málinum, og nú er loksins endaligt loyvi givið at byggja.
Leiðslan í fólkakirkjuni fegnast saman við kirkjuliðinum á Glyvrum, nú ein nútímans kirkja kemur ístaðin fyri ta gomlu kirkjuna, ið ikki er nøktandi til kirkjulívið í Glyvra kirkjusókn. Gleðiligt at kirkjuliðið fær góðar umstøður.
Leiðslan í fólkakirkjuni takkar landsstýrismanninum og politisku skipanini.
Onnur tíðindi