Skriva út

Nýggj bók: "Gleðið tykkum"

19.12.2025 Tíðindi
Bók

“Gleðið tykkum,” er ein nýggj bók við morgun- og kvøldbønum, sum Jonhard Jógvansson, sóknarprestur hevur savnað og lagt til rættis, og Føroyskt Kirkjumál hevur givið út.

Í formælinum sigur rithøvundurin: “Í Sálmabókini eiga vit eitt ríkidømi av sálmum. Fleiri av teimum eru bønir. Harumframt inniheldur Sálmabókin eisini eina bønabók við fleiri góðum og innihaldsríkum bønum. Við hesi útgávu ynski eg at varpa ljós á bønirnar og bønarsálmarnar, sum vit longu hava atgongd til í Sálmabókini.”

Bókin er myndprýdd við listaverkum eftir Sigrun Gunnarsdóttur.

Bókin fæst til keyps í bókabúðunum og kostar kr.120,-