Skriva út

Nú verður søkt eftir diakonpresti

16.06.2023 Tíðindi

Tað hevur leingi verið eitt ynski í fólkakirkjuni at fáa ein diakonprest at virka millum teirra, sum hava avbjóðingar í gerandisdegnum og gerast sosialt viðbrekin, t.d í mun til arbeiðsloysi, bundinskap ella heimloysi. Nú er starvið lýst leyst, og væntandi verður diakonprestur settur eftir ólavsøku.

Orðið diakoni stavar upprunaliga frá grikska diakonia og betýður tænasta. Tað verður vanliga nýtt sum heiti fyri sosiala arbeiðinum, sum kristiligar kirkjur gera kring heimin, har Guds kærleiki verður veittur menniskjum í bæði orði og gerningi, - serliga teimum sárbaru.

Kristindómur hevur ta grundleggjandi fatan, at eitthvørt menniskja er skapað í Guds mynd og á tann hátt hevur virði í sjálvum sær at kunna móttaka Guds kærleika, óansæð hvussu ófullkomið tað annars er.
Kirkjan er eisini ein felagsskapur, sum grundleggjandi fatar einstaka menniskjað at verða borið av øðrum, tí tað er í gerandisdegnum, vit møtast og deila avbjóðingar á lívsleiðini.

Harumframt er siðvenja, at kirkjan tekur samfelagsábyrgd við at hava umsorgan fyri teimum, sum eitt nú bera sorg, kenna seg einsamøll, eru sjúk ella sita í fongsli.

So hóast diakonala arbeiðið kann vera tungt og til tíðir torført at útinna, er tað ein háttur at samantvinna evangeliska orðið við ítøkiligan gerning.

Diakonprestar hava virkað í grannalondum okkara í mong ár, men er tað fyrstu ferð, at føroyska fólkakirkjan lýsir eftir presti at virka millum borgarar úti í samfelagnum. Tann, sum verður settur, skal tó eisini hava siðbundnar gudstænastur í føroysku kirkjunum.

Sí lýsingina aðrastaðnis her á síðuni.