Skriva út

Nú verður aftur "kirkjudagur" í Norðoyggjum

30.01.2026 Tíðindi
Kunoy Eys 3
[MYND: Eyðbritt Sørensen]

Mikukvøldið 4. februar stevna kirkjuráðslimir, deknar, klokkarar og urguleikarar í Norðoyggjum til Kunoyar, tí tá verður aftur skipað fyri "kirkjudegi". Tað er eitt hugnaligt kvøld, sum hevur til endamáls at samansjóða kirkjuráð og kirkjutænarar, og samstundis eitt høvi at tosa saman um tænastuna.

Kirkjudagur var eitt árligt tiltak í fleiri ár, men tað var helst undir korona, at tað datt niðurfyri. Men seinastu tíðina hava kirkjuráðslimir tosað saman um at taka táttin uppaftur, og undirtøkan bendir á, at tað er ein røtt avgerð. Um 70 fólk hava teknað seg. Kirkjuráðini skiftast um at skipa fyri, og hesaferð eru kunoyingar vertir.

Lagt verður fyri í kirkjuni, har Gunnhild Dahl Niclasen, humanvistfrøðingur í Haraldssundi, heldur ein fyrilestur um ta grønu avbjóðingina til kirkjuna. Heitið á fyrilestrinum er: "At røkja tað, sum okkum er givið – kirkjan, náttúran og okkara ábyrgd". Eftir eitt stutt orðaskifti um evnið verður farið niðan í bygdarhúsið til borðhald. Umframt góðan døgurða og drekkamunn verður felagssangur, orðaskifti og andakt.

Tað eru tvey prestagjøld í Norðoyggjum. Norðoya eystara prestagjald fevnir um økið eystan Múla, har tað eru 5 kirkjur: Á Viðareiði, í Hvannasundi, í Svínoy, á Kirkja og í Hattarvík. Í Norðoya vestara prestagjaldi eru somuleiðis 5 kirkjur: Í Árnafirði, í Klaksvík, í Kunoy, á Húsum og í Mikladali.
Leggjast kann afturat, at Kunoyar kirkjusókn fevnir um Kunoy og Haraldssund, og umframt Kunoyar kirkju verður gudstænasta viðhvørt hildin í skúlanum í Haraldssundi.