Nú vera húsini hjá kirkjuni dagførd

Húsini hjá fólkakirkjuni, hinumegin Bispagarðin á J. Paturssonargøtu verða nú dagførd.
Á Biskupsgarði, har biskupur býr og umsitingin hjá fólkakirkjuni húsast, hevur í longri tíð verið tørvur á fleiri skrivstovum, bæði til serprestarnar, sum ikki eru knýttir at eini kirkju, til próstin, umframt til fundarvirksemi hjá eitt nú Próstadømisráðnum.
Biskupsstova, ið vanliga verður nýtt til fundarvirksemi, hoyrdi upprunaliga til privata bústaðin hjá biskupi við húski, eins og skrivstovan hjá dómprósti, eisini upprunaliga var partur av privata bústaðinum.
Upprunaliga var ætlanin at byggja Biskupsgarð út oman móti høvuðsvegnum. Gingið varð frá ætlanini, tí mett var, at tað ikki var rætt at leggja hetta vakra grøna økið mitt í býnum undir betong og asfalt. At bygt vestureftir vildi somuleiðis órógva tað hugnaliga fríøkið í umhvørvinum.
Tí vóru húsini hinumegin vegin keypt fyri tíð síðani, sum nú vera dagførd.
Útyvir virksemi hjá serprestum, skulu hølini ætlandi at skapa eitt fakligt umhvørvi fyri allar prestarnar í Føroyum.