Skriva út
Noreg: Ikki nokk at prædika í bert fimm minuttir
12.03.2012 Tíðindi

Norskir prestar mugu heilt aftur til 1600-talið fyri at finna reglur fyri, hvussu leingi teir skuldu prædika. Tá varð sagt, at prædikan skuldi helst ikki vara longur enn 60 minuttir.
Í dag er støðan øðrvísi, og í løtuni er nógv orðaskifti innan norsku kirkjuna og í blaðnum Vårt Land um sama spurning, sum var háaktuellur fyri 400 árum síðani.
Meðan ein norskur biskuppur – Roald Flemestad - hevur alment sagt, at ein prædika uppá fimm minuttir er nóg mikið, halda aðrir prestar at hetta er í minna lagi.
Ein teirra – Jan Kay Krystad í Kråkstad menighet í Ski – sigur, at hann vanliga prædikar í 12 minuttir. Er talan hinvegin um barnagudstænastur verða tær styttar niður í átta minuttir.
- - Tað er eisini ein spurningur um, hvussu nógv teksturin talar til mín sum avgerð longdina á prædikuni.
- Eg hugsi eisini um, hvussu viðkomandi hon er til gerandisdagin hjá fólki, og sjálvandi eisini, hvørjir áhoyrararnir eru, sigur altso Jan Kay Krystad.
Ein annar prestur – Tore Myklebust í Bremanger - prædikar vanliga í 10 til 15 minuttir. Hetta svarar til umleið 1500 orð, sum hann oftast printar út frammanundan.
- Eg royni kortini ikki at brúka handritið, men heldur tosa út frá stikkorðum og punktum. Eg hyggi sjálvandi eisini eftir tí sum annars hendur í gudstænastuni.
- Prædikan kann kortini gerast eins long á eini familjugudstænastu, um eg havi við mær ting, myndir ella aðrar luttakarar. Tá kann tíðin ganga skjótt, uttan so at tað kennist langligt, sigur Tore Myklebust.
Áðurnevndi biskupurin – Roald Flemestad – sigur, at hann bert hendinga ferð prædikar í 10 minuttir.
- Eitt kallast fyri “attention span”, og tað er tann tíðin sum tú megnar at halda uppmerksomheitina hjá einum kirkjuliði. Eftir 5-7 minuttum gevast tey flestu at lurta og lata hugan fara aðrar vegir.
- Og tí hevur tað lítla meining at prædika til menniskju sum byrja at hugsa um annað enn tað tú sigur, sigur biskuppurin.
Orð og mynd: SB
-
Onnur tíðindi