Skriva út

Norðstreymoyar prestagjald.

21.06.2010 Tíðindi
Norðstreymoyar prestagjald.


Millum tey embætir, ið ætlanin var at manna í ár, er kallið í Norðstreymoyar prestagjaldi við sæti í Hvalvík. Í Prestagjaldinum eru tríggir sóknarprestar. Sóknarpresturin í Kvívík hevur kirkjubøkurnar um hendi. Sóknarpresturin í Vestmanna ger tænastu vesturi í Vágunum helvtina av tíðini.

Embætið varð lýst leyst, og 4 umsøkjarar vístu áhuga. Á hesum sinni vóru lýsingarnar orðaðar á ein slíkan hátt, at tey, ið kundu taka við kallinum um ársskiftið, vóru vælkomin at søkja.

Kirkjuráðini fara einaferð í juli mánaði at taka endaliga støðu til umsóknirnar. Tað dregur nakað út og møguliga kemur nýggjur sóknarprestur ikki til Hvalvíkar fyrr enn um ársskiftið. Tess vegna hevur biskupur í samráð við kirkjuráðini heitt á Henning Bøgesvang um framhaldandi at røkja tænastuna sum sóknarprestur í Norðstreymoyar prestagjaldi frá 1. juli – 31. desember 2010.

Henning Bøgesvang hevur annars røkt kallið sum sóknarprestur í Norðstreymoyar prestagjaldi síðani 1. februar í ár.

JF