Norðstreymoyar eystara prestagjald - leyst starv

Søkt verður eftir sóknarpresti til Norðstreymoyar eystara prestagjald við sæti í Hvalvík. Talan er um eitt fulltíðarstarv, og sóknarpresturin er tænastumaður. Umsøkjarin má rokna við møguligum broytingum í kalli og starvi samsvarandi tænastumannalógini og lógini um fólkakirkjuna í Føroyum.
Lønin er samsvarandi semju dagfest 8. juni 2009 millum Fíggjarmálaráðið og Prestafelagið, har sóknarprestar verða løntir frá stigi 28,1 – 36,1
Sóknarpresturin førir kopibøkurnar í samstarvi við prestin í Kvívík, ið er kirkjubókaførandi presturin. Starvið verður skipað í samvinnu við hinar báðar prestarnar í prestagjaldinum. Embætið verður sett 1. desember 2010 ella skjótast til ber.
Í prestagjaldinum eru átta kirkjusóknir : Tjørnuvíkar, Haldórsvíkar, Hvalvíkar, Saksunar, Hósvíkar, Kollafjarðar, Kvívíkar og Vestmanna kirkjusókn. Umleið 3.900 fólk búgva í prestagjaldinum.
Tænastubústaður er til starvið. Prestagarðurin er í Hvalvík, Hvalvíksvegur 37. Sóknarpresturin hevur skyldu at búgva í prestagarðinum.
Afturat kirkjunum eru onnur tænastustøð. Gudstænastur verða hildnar á ellis- og røktarheimi og sambýlum.
Umsøkjarar skulu hava lokið prógv í gudfrøði og lúka krøvini, ið lóggávan annars setir fyri at gerast prestur í fólkakirkjuni í Føroyum. Umsøkjarar, ið ikki eru prestvígdir, senda váttan frá pastoralseminarium saman við umsóknini.
Umsøkjarar, ið verða lidnir við lesturin í ár og kunnu taka við kallinum um ársskiftið 10/11, eru vælkomnir at søkja.
Eru fyrispurningar ella ivamál, so eru tygum vælkomin at ringja ella skriva. Telefon 311995 ella jf@folkakirkjan.fo
Umsóknin verður send til Føroya Stiftsstjórn, J. Paturssonargøta 20, Postsmoga 8, FO-110 Tórshavn. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 6. september 2010 kl. 15.00. stift@folkakirkjan.fo