Skriva út
Norðoya eystara prestagjald
14.09.2012 Tíðindi

Søkt verður eftir sóknarpresti til Norðoya eystara prestagjald. Talan er um eitt fulltíðarstarv, og sóknarpresturin er tænastumaður.
Umsøkjarin má rokna við møguligum broytingum í kalli og embæti samsvarandi tænastumannalógini og lógini um fólkakirkjuna í Føroyum. Biskupur fer saman við sóknarprestunum í Norðoyggjum at gera leiðreglur og arbeiðsskrá, so prestarnir í Norðoyggjum arbeiða saman í einum toymi.
Lønin er samsvarandi semju dagfest 8. juni 2009 millum Fíggjarmálaráðið og Prestafelagið, har sóknarprestar verða løntir á stigi 28,1 – 36,1
Sóknarpresturin hevur ábyrgd av kirkjubókunum (høvuðs- og kopibókini) og er jarðarferðarmyndugleiki. Embætið verður eftir ætlan sett 1. februar 2013.
Í prestagjaldinum eru fimm kirkjusóknir : Hattarvík, Kirkja, Svínoy, Hvannasund og Viðareiði. Umleið 840 fólk búgva í prestagjaldinum.
Tænastubústaður er til starvið. Prestagarðurin er í Ónagerði, Viðareiði. Sóknarpresturin hevur skyldu at búgva í prestagarðinum.
Afturat kirkjunum eru onnur tænastustøð. Gudstænastur verða hildnar á sjúkrahúsinum í Klaksvík, ellis- og røktarheimi og sambýlum.
Umsøkjarar skulu hava lokið prógv í gudfrøði og lúka krøvini, ið lóggávan annars setir fyri at gerast prestur í fólkakirkjuni í Føroyum. Umsøkjarar, ið ikki eru prestvígdir, senda váttan frá pastoralseminarium saman við umsóknini.
Eru fyrispurningar ella ivamál, so eru tygum vælkomin at ringja ella skriva til biskupin telefon 311995 ella jf@folkakrikjan.fo.
Umsóknin verður send til Føroya Stiftsstjórn, Magnus Heinasonargøta 20, FO-100 Tórshavn. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin tann 5. november 2012, kl. 15.00. stift@folkakirkjan.fo.
Onnur tíðindi