Skriva út
Norðmenn lata meiri í kollekt
25.03.2011 Tíðindi

Hvør limur í norsku kirkjuni gav 10 krónur meiri í kollekt í fjør, enn árið fyri.
Tað er Statistisk Sentralbyrå sum er komið fram til, at hvør einstakur limur lat í miðal 78 krónur í kirkjubússurnar í fjør.
Hetta eru 10 krónur meiri enn árið fyri, og er samstundis størsta økingin síðani ein byrjaði at savna slík hagtøl í 2006.
Tølini vísa haraftrat, at teir ídnastu gevararnir búgva í Vestagder, har suðuri í landinum. Her lótu tey 200 krónur í miðal, og er hetta ein øking uppá 32 krónur í mun til árið fyri, skrivar norska blaðið Vårt Land.
Í grannafylkinum, Austagder var miðaltalið 151 krónur fyri hvønn lim í kirkjuni, meðan fólk í Tromsø lótu minst – bert 35 krónur í miðal.
Hóast norska kirkjan merkti øktar inntøkur í innsavningum sínum í fjør, er framvegis langt upp til støðið sum nógvar av fríkirkjunum hava.
Orð: Snorri Brend
Onnur tíðindi