Skriva út

Nólsoyar kirkja fær nýggjan messuakul

15.04.2025 Tíðindi
272407458 10220066894438191 6003232741032213304 N

Við guðstænastuna í Nólsoy skírísdag kl. 11.00 verður nýggjur messuakul vígdur og tikin í nýtslu. 

Tað er Evy Toftegaard Nielsen, deknur, ið hevur sniðgevið akulin og nólsoyingurin Ragnhild Joensen Battefeld, búðsitandi í Danmark, sum hevur seymað. 

Messuakulin er grønur og hevur myndevni úr kirkjurúminum, eitt nú bordur, kornaks og krossur. 

Við guðstænastuna luttaka Uni Næs, dómpróstur, Anne Mette Greve Klemensen sóknarprestur og Emil Olsen stiftsprestur. Undir guðstænastuni verður eisini eitt barn borið til dópin.