Skriva út
Nógvar umsóknir
02.07.2012 Tíðindi

Nú umsóknarfreistin er farin, kunnu vit staðfesta, at 7 ynskja at verða sóknarprestur í Vága prestagjaldi.
Vit fegnast um, at áhugin til tænastuna sum prestur er stórur. Kallið í Vága prestagjaldi er tað níggjunda embætið, ið verður sett, síðani umsitingin av fólkakirkjuni kom á føroyskar hendur á ólavsøku 2007.
Eftir ólavsøku byrjar setanartilgongdin, og vit kenna navnið á prestinum, ið skal avloysa David Johannesen, umleið 20. august.
Tann komandi sóknarpresturin tekur við kallinum 1. september ella so skjótt, sum til ber.
JF.
Onnur tíðindi