Skriva út

Nógv virksemi í Norðstreymoyar prestagjaldi

28.11.2011 Tíðindi
Nógv virksemi í Norðstreymoyar prestagjaldi

Nú veturin er komin, og kvøldini eru vorðin myrk og long, er uppgávan ikki minni hjá okkum sum kirkju at birta ljós og upplýsa sál og sinn.

Í Norðstreymoy hava tey tikið hetta til sín, og ikki kann sigast annað enn, at virksemið hevur verið bæði ríkt og víðfevnt seinastu tíðina í prestagjaldinum.

Biti til børnini
2. november var barnaguðstænasta við eini lættari máltíð hildin í Kvívíkar kirkju.
Tiltakið eydnaðist stak væl. Eini 70 fólk komu í kirkju hetta mikukvøldið, og hóast Kirkjustovan í Kvívík, sum enn ikki hevur so nógv ár á baki, er kærkomin, var hon alt ov lítil til endamálið.
Vanliga sita einir 25 konfirmantar rættiliga væl “stúvaðir” í hesum høli, tá gingið verður til prest.
Men sum kunnugt er hjartarúm, har tað eisini er húsrúm, og tí ber alt til, har viljin er til staðar.

Høvundar
Prestagjaldið hevur eisini skipað fyri eini ríthøvundarøð í november, og sama kvøld kl. 20 í Vestmanna kirkju, var Carl Jóhan Jensen fyrstur í hesi røð at hugleiða um kristindómin.
Carl Jóhan Jensen las serliga burtur úr egnum verkum. M.a. úr savninum “September í bjørkum sum kanska eru bláar”, har presturin J. H. O. Dünn eigur ein týðandi leiklut. Navn prestsins vekir hugasambond bæði til skaldið J.H.O. Djurhuus (1881-
1948), og enska yrkjaran John Donne (1572-1631).
Eisini las Carl Jóhan úr “Ó”, og tað var eitt ikki sørt skemtiligt brot, hann hevði valt úr hesum umfatandi verki.
Høvið var eisini hjá fólki at seta høvundanum spurningar, og fólk lógu ikki á boðunum.
Vestmanna sangkór tók eisini lut hetta kvøldið í Vestmanna kirkju.

Týskvøldið 8. november átti Hanus Kamban tørn í Kvívíkar kirkju. Hanus hevði skipað sína framløgu sum ein fyrilestur, sum umframt at vera bæði upplýsandi, heimspekiligur og samfelagsgreinandi, eisini var erligur, rørandi og djarvur. Hanus las úr egnum verkum, greiddi frá sínum lívi, hugsjónum og upplivingum, og ikki minst um týdningin, sum orðið “Ja” hevur fyri okkum menniskju.
Fólk tóku lut við at spyrja Hanus um tað, hann greiddi frá. Umframt felags sálmasang, tók Martin Joensen eisini lut hetta kvøldið við sínum yrkingum og sangum.

Mikukvøldið 16. november var Oddvør Johansen gestur í Hvalvíkar kirkju við sínum hugleiðingum um kristindóm.
Oddvør Johansen valdi at skipa sína framløgu á tann hátt, at hon las burtur úr tveimum av sínum skaldsøgum. Onnur teirra “Í morgin er aftur ein dagur” snýr seg um viðurskifti í Føroyum fyri umleið 100 árum síðan, tá samfelagsviðurskiftini vóru øðrvísi enn í dag, eins og kirkjuligu og átrúnaðarligu maktviðurskiftini eisini vóru sum tey vóru.
Hin bókin, skaldið las úr, var “Tá eg havi málað summarhúsið”, ið er ein lýsing av kreppuni í nítiárunum, tá bæði arbeiðsloysi og rúsevnismisnýtsla ávirkaðu lívið hjá summum samfelagsbólkum. Á henda hátt fekk Oddvør Johansen sett næstrakærleika og kristindóm í eitt størri perspektiv.

Oddvør Johansen, sum eisini er kendur urguleikari, spældi sjálv til felagssangin hetta kvøldið. Eisini hetta kvøldið spurdu fólk rithøvundan. Felags fyri øll trý bókmentakvøldini var, at endað var við drekkamunni og skaldsligum hugnapráti.

Kirkjudagur
Sunnukvøldið 13. november var tann árligi kirkjudagurin hjá Norðstreymoyar prestagjaldi hildin í Hósvík.
Tað var kirkjuráðið í Kollafirði, sum tók stig til hetta fyri nøkrum árum síðani, og eftir hetta hava kvívíkingar og tjørnuvíkingar verið vertir fyri hesum tiltaki.

Av tí at tiltakið er umrøtt av Biskupi aðrastaðni á heimasíðuni, skal ikki vera verða dvølt við tað her. Men eyðvitað gav nýggi presturin í prestagjaldinum, Bergtórur, fólki okkurt at hugsa um við sínum guðfrøðiliga holla, men kortini undirhaldandi fyrilestri um dópin.

Adventshugni
Novembermánaði endaði við adventshugna í Vestmanna kirkju, har Vestmanna kirkjukór og Fuglafjarðar sangkór sungu. Erla Olsen, og Heðin Kambsdal stjórnaðu. Eisini spældi Martin R. Jacobsen á klaver.
Somuleiðis var felagssangur á skránni. Nógv fólk var komið at lýða á, og eftir hesa løtu var bjóðað til drekkamunn í kirkjukjallaranum.

Samanumtikið ein hendingarrík tíð í prestagjaldinum.

Theodor Eli Dam Olsen