Skriva út

Nógv fólk til veitsludøgurðan hjá Babette

21.03.2012 Tíðindi
Nógv fólk til veitsludøgurðan hjá Babette

Nógv fólk var komið saman í Kirkjustovuni í Kvívík mánakvøldið 19. mars at síggja filmin “Babettes gæstebud”.

Theodor Eli Dam Olsen, prestur helt ein ógvuliga áhugaverdan fyrilestur, áðrenn sýningin byrjaði.

Hann nart við spurningin, um hví prestarnir í Norðsteymoy eru farnir undir at hava Kirkjubio í føstuni, og um til ber at samantvinna livandi myndir og kirkju.

Prestur vísti á, at stríðið um myndir í jødadómi og kristindómi er gamalt. Longu í gomlum jødadómi varð mett, at ikki var rætt at brúka myndir, ti myndir vóru tað, tær avmyndaðu, og hetta var brot á 1. boð.

Eisini í miðøldini gekk tað hart fyri seg í tí sokallaða ikonoklastiska stríðnum uml. ár 700-800. Hetta var í Byzans, núverandi Istanbul. Ikon merkir mynd, og hildið var, at sum partur av trúnni hjá fólki og munkum, var hetta komið ov langt frá kirkjunnar læru.

Síðani helt stríð fram, til Karlamagnus í árinum 790 sló fast, at ikonir eru hentar til undirvísing og prýði. Eisini Luther skrivaði nakrar øldir seinni eitt rit um myndir til undirvísing.

Eisini í dag spæla myndir ein týðandi leiklut, og eitt tað fyrsta fólk spyrja um til ein dóp, konfirmatión ella vígslu og enntá jarðarferð er um myndatøku, vísti prestur á.

Ikki Nobel, men Oscar

Filmurin fortelur í stuttum um Babette, sum kemur eina óveðursnátt í 1871 úr París til ta jútsku vesturstrondina.

Hon hevur mist alt, ið hon átti, men sleppur at búgva hjá tveimum prestadøtrum, ið eru uppvaksnar við strongum moralskum og átrúnaðarligum reglum.

Brádliga vinnur Babette nógvan pening í eydnuspæli. Men heldur enn at brúka peningin sjálv, fer hon í holt at fyrireika ein stóran veitsludøgurða fyri bygdarfólkinum. Spurningurin er tó, um hetta er í samsvari við ta tulking, ið bygdarfólkið hevur av átrúnaðinum, ið leggur dent á, at tey ikki eiga at oyðsla við nøkrum.

Filmurin er gjørdur eftir søgu hjá Karen Blixen og verður mettur at vera ein variantur av eini frásøgu um altarborðið og um Kristus, ið einki átti, men gav seg sjálvan.

Gabriel Axel snikkaði søguna til film. Fleiri hava hildið, at tað var spell, at Karen Blixen ongantíð fekk bókmentaheiðursløn Nobels. Hinvegin var hetta fyrsti danski filmur, ið vann eina Oscar-virðisløn.

Filmurin er bæði álvarsamur og humoristiskur, og tað merktist á huglagnum í Kirkjustovuni hetta kvøldið. Fólk flentu og hugnaðu sær óført aftur við einum kaffimunnni, meðan lívsins stóru spurningar vórðu vendir´við tign, virðing og umhugsan.

Filmir skulu síggjast í kirkjuni

Í Norðstreymoy royndu tey í heyst at skipa fyri rithøvundakvøldum, og Kirkjubio er nýtt tiltak, ið farið er undir í føstuni í prestagjaldinum.

Í Kirkjubio verða filmar við átrúnaðarligum, andaligum og etiskum spurningum vístir, og higartil hava fólk úr øðrum økjum, m.a. Havnini, eisini verið og hugt.

Byrjað varð í Vestmanna kirkju mánakvøldið 27. februar, tá filmurin “The Tree Of Life” bleiv vístur. Síðani eru “E.T” og “Luther” sýndir í ávikavist Kvívík og Hvalvík.

Næsta sýning verður eftir ætlan í Vestmanna kirkju.

Ætlanin er at halda fram við tiltakinum Kirkjubio í prestagjaldinum í føstuni. Prestar í prestagjaldinum eru Inga P. Dam, Bergtórur Bjarkhamar og Theodor E. D. Olsen.