Skriva út

Nógv á skránni í Nólsoyar kirkju komandi vikuskifti

08.08.2023 Tíðindi

Um vikuskifti skipa nólsoyingar fyri árligu ovastevnuni. Aftur í ár er kirkjan karmur um andaktir, konsertir og guðstænastu.

Byrjað verður longu fríggjakvøldið 11/8 kl 20.30, tá nólsoyingurin og presturin í Leirum Hanus Pál Jógvansson hevur andakt.

Leygardagurin 12/8 byrjar 10.30 við morgunsangi og andakt við Emil Olsen, stiftspresti.

Fýra kórkonsertir verða í kirkjuni leygardagin:
kl. 13.00: Vágakórið og kirkjukórið Ljómur undir leiðslu av Benjamini Gaasedal
Kl. 15.00: Tarira undir leiðslu av Bernharði Wilkinson 
Kl. 16.00: Fuglafjarða sangkór undir leiðslu av Heðini Kambsdal
kl. 17.00: Tórshavnar manskór undir leiðslu av Hanusi Joensen

Sunnudagin 13/8 verður guðstænasta kl. 12.00 við Anne Mette Greve Klemensen, sóknarpresti.