Skriva út
Myndlist og Tónlist í Glyvra kirkju
14.10.2009 Tíðindi

Í Glyvra kirkju fer nú enn eitt nýtt tiltak av lunnum. Fyri stuttum varð roynt við “Náttarkirkju” eitt fríggjakvøld. Hetta tiltak var mest ætlað yngra ættarliðnum – og undirtøkan var góð. Her var ein serbygd ljóskolba tikin í brúk, har høvi var at tendra ljós og savna sinnið kring tað, ið upptók ein ta løtuna.
Fríggjakvøldið 16. oktober kl. 20 verður nýggja tiltakið, ið gongur undir heitinum “Myndlist og Tónlist”. Hetta tiltak er ætlað øllum áhugaðum. Heðin Kambsdal fer at hava listaframsýning í forkirkjuni. Heðin, ið er útbúgvin urguleikari, fer til høvi at spæla urgutónleik eftir Mendelssohn, ið er føddur fyri júst 200 árum síðani, og hann fer eisini at hugleiða um tónaskaldið. Listamaðurin, Oggi Lamhauge, fer at lýsa myndlistina hjá Heðini Kambsdal.
Meðan Mentanarvikan í Runavík verður hildin, verður “List og Kvirra” í Glyvra kirkju 19-24. okt. kl. 20-22. Heðin Kambsdal sýnir fram. Høvi verður at njóta kvirruna í kirkjurúminum og at tendra ljós í ljóskolbuni. Hesa vikuna verður eisini aftanbøn mánakvøld, mikukvøld og fríggjakvøld kl. 21. 45.
Sunnukvøldið 25. okt. kl. 20 verður sangkvøld í Glyvra kirkju. Vit syngja nýggjar sálmar. Kór Glyvra kirkju tekur eisini lut.
Onnur tíðindi