Skriva út

Myndir frá innsetan av dómprósti

27.01.2026 Tíðindi
Dómpróstavígsla Maria Jørdal Niclasen 25.1.25 23
1 / 19 myndir

Nógv fólk vóru til gudstænastu í dómkirkjuni sunnudagin 25. januar, tá Maria Jørdal Niclasen innsett sum dómpróstur. Hon er fyrsta kvinnan í leiðslu fólkakirkjunnar, og í embætinum er hon samstundis sóknarprestur í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi, sum umfatar dómkirkjuna og Nólsoyar kirkju. 

Dómpróstur er  føddur limur í Próstadømisráðnum. Ráðið hevur yvirskipað ábyrgd av fíggjarmálunum hjá teimum staðbundnu kirkjunum og umsitur byggimál og verkætlanirnar hjá kirkjunum í samstarvi við staðbundnu kirkjuráðini. 

Sí fleiri myndir við at trýsta á myndina omanfyri.