Skriva út

Myndarøð: Ovi Brim skipaður í embæti sum próstur

05.04.2024 Tíðindi

Annan páskadag  var Ovi Brim skipaður í embætið sum próstur í fólkakirkjuni. 
Gøtu kirkja var karmur um hátíðarløtuna. 

Próstur røkir fleiri uppgávur, sum hava við viðurskifti hjá prestunum at gera. Hann skal somuleiðis seta gongd á strategisk mál og menna talgildar mannagongdir í fólkakirkjuni.

Harumframt er ein uppgáva at hava eftirlit við kirkjubókunum og í hesum sambandi hava ábyrgd av samskiftinum millum kirkjuna og stovnar landsins.

Les prædikuna hjá Ova Brim, prósti her.
Sí myndir niðanfyri  sum Jens Kristian Vang hevur tikið.

 

Fleiri myndir eru á okkara facebook vanga.