Skriva út

Munur er á

22.10.2023 Tíðindi

Flest okkara elska eitt ævintýr.
Minnist øll tey klassisku hjá H.C. Andersen, Grimm-brøðrunum og hvussu alt og øll eita.
Søgan um órætt og órættvís menniskju, sum fara illa við teimum fólkum, tey búgva saman við. Men tað ónda vinnur ikki, tað góða sigrar og prinsar og prinsessur, sum eru vøkur og klók, fáa alt í rættlag aftur.  
Og øll liva trygt og gott, til tey eina ferð doyggja.

Í farnu viku fylti danski trúnarvingin Christian prinsur 18 ár.
Sum í ævintýrunum, so fór innbjóðing runt alt ríkið til átjan ára gomul til stórt veitsluhald á borgini.
Og ikki hissini føðingardagur. Vøkur, uppstásað og spent ungfólk sluppu inn til tey kongaligu, og ivaleyst verður hesin føðingardagurin nakað, tey fara at minnist alt lívið. Hátíðarligt, sorgleyst og alt  gjørt fyri at matur, røður og tónleikur skuldi ganga upp í eina hægri eind i hesum glæsiliga sali.

Vit onnur kundu sita heima í okkara stovum og fylgja við, hvussu ein fyri og annar eftir heilsaði uppá tey kongaligu á teimum bonaðu gólvunum.
Og vit søgdu : “Hygg har er ein føroyingur!”  Foreldur, ommur og abbar lippaðu, so ørkymlaði og errin vóru tey, at eitt av teirra var so heppið at sleppa í føðingardagin.
Júst sum eitt ævintýr, tó ongin glasskógvur fór runt ríkið, sum onkur fátøk genta, sum av óvart var á slottinum, hevði mist. Ístaðin var tað ein gullskógvur, sum fór runt Instagram.
Seinni um kvøldið vóru tey so fylgd av slottinum heim aftur til mammu og pápa í parcelhúsið.

Men tá so hesin føðingardagurin var av,  so vísti sama rás ungfólk í heilt aðrari verð.

Ungfólk, sum á tónleikafestivali brádliga vóru álopin, skotin, neyðtikin, pínd og tikin til fanga. Tey vóru mitt í einum sonnum helviti av ótta og ræðslu eins og tey, sum seinni  vóru bumbaði sundur og saman.
Og vit menniskju, sum altíð standa og gána og spyrja hví, tí orsøk og gerð má onkursvegna hanga saman, vit finna als onki svar.
Alt hetta hendir samstundis á okkara bláu planet, har fleiri okkara fáa at vita, at vegurin fram er samrøðan. At royna at skilja heldur enn at hata, hevna og drepa.

Lætt hjá okkum at brúka stór orð og hugtøk, vit sum sita trygg á okkara marglætisklettum og grenja um veðrið og etisk virði og virðiligheit, sum ikki er til í londum, har lívið er skroypiligt og deyðin hevur valdið.

Og H.C. Andersen segði at lívið er tað besta ævintýrið....