Skriva út

Mugu taka hond um tað unga fólkið

13.03.2023 Tíðindi

Dakko Petersen var ein glaður, takksamur og rørdur maður, nú hann fríggjadagin á móttøku kundi takka fyri seg sum aðalskrivari í Bláa Krossi síðstu seks árini. Hann er farin um tey 70 og fer tí frá fyri aldur.

– Tað hevur verið ein góð og spennandi tíð, men eg fegnist allarmest um, at vit hava fingið eitt hús til tey ungu, sum er hesin bygningurin í Niels Finsensgøtu í Havn, kundi hann staðfesta, tá ið hann skuldi taka samanum.

– Vit mugu taka hond um tað unga fólkið, og sum land mugu vit duga at síggja, at fólk og serliga tað unga fólkið er okkara størsta tilfeingi. Tí eri eg øgiliga glaður fyri, at vit nú hava eitt høli, har vit kunnu samla tey ungu í einum rúsfríum umhvørvi.

Góð úrslit
Dakko ásannaði, at sjálvandi kundi hann ynskt sær, at arbeiðið var komið eitt sindur longur fram á leið á summum økjum, og millum annað nevndi hann, at hóast komið er væl ávegis við umsorganarpartinum, hevði hann viljað, at komið varð enn longur.

– Fyribyrgingararbeiðinum havi eg brent fyri og tað hevur eisini fylt øgiliga nógv, og serliga síðani Blákrossheimið kom, hevur tað flutt seg ómetaliga nógv. Játtanin var eingin og nú hava vit 1,6 millión krónur, karmar at arbeiða í og góð starvsfólk, segði hann.

– Og so hava vit fingið eitt ávegishús, sum gongur rætta vegin, og har kann eg fegnast um at hava sæð, at vit hava fingið góð úrslit við tí mátanum, vit brúka nú. Tað hevur øgiliga nógv at siga fyri meg.

Fáa øll at ganga í takt
Blái Krossur er settur saman av bæði løntari og sjálvbodnari arbeiðsmegi, og í dag hevur Bláikrossur um 30 starvsfólk og yvir 400 sjálvboðin, ið millum annað manna teir sjey handlarnar kring landið.

– Tað er ringt at finna orð fyri, hvussu tú kanst fáa 400 fólk at ganga í takt, men tað ber altso til. Og tað er veruliga innihaldsríkt at vera ein partur av tí. Øll gera sítt fyri at fáa tingini at virka, og tað havi eg verið glaður fyri og sett øgiliga stóran prís uppá, segði Dakko Petersen.

– Alt tað sjálvbodna arbeiðið er eitt týðandi grundarlag undir Bláa Krossi, og vit høvdu verið so ómetaliga nógv fátækari uttan tey sjálvbodnu. Tú kanst bara ímynda tær tað fyribyrgingararbeiði, tey leggja lunnar undir, tí við teirra hjálp kunnu hjálpa børnunum, enntá barninum í móðurlívi.

Orð: Hilmar Jan Hansen/Myndir: Árni Øregaard