Skriva út

Missiónshúsið í Vestmanna.

13.12.2010 Tíðindi
Missiónshúsið í Vestmanna.


Triðja sunnudag í advent var hátíð í Vestmanna , nú nýggja Missiónshúsið varð vígt. Húsið var fullsett, og gleðin stór.

Húsið er ein frægd fyri eygað. Ein snotiligur bygningur og sigast kann, at missiónsarbeiðið í Vestmanna hevur fingið best hugsandi karmar um sítt virksemi. Nú hevur kirkjuliðið tvinni stásilig hús, tí kirkjan er fyri nøkrum árum síðani hegnisliga gjørd av nýggjum. Allir møguleikar eru fyri fruktagóðum samstarvi gerandis og heilagt og við æviløtur manna.

Biskupur vígdi húsið, og Vestmanna kirkjukór og kórið í missiónshúsinum sungu. Og fólkið sat við búgvið borð.

Í Trúboðanum stendur m.a. hetta at lesa. “Sjómanskvinnuringurin í Vestmanna savnaði í mong ár inn pening til at byggja eitt sjómansheim í Vestmanna. Og rættuliga fitt av peningi varð savnað inn.
Men tíðirnar broyttust og tørvurin á einum sjómansheimi var ikki tann sami, sum fyrr, og einki sjómansheim varð bygt.
Tað er ein partur av hesum pengum, sum nú eru brúktir til at byggja nýggja missiónshúsið fyri.
Húsið kostar umleið 4,5 milliónir krónur, nú tað stendur liðugt við øllum innbúgvi. Eingin skuld er í húsinum. Nýggja missiónshúsið er á Gerðisvegi (beint niðanfyri kirkjugarðin) í Vestmanna.
Í húsinum er pláss fyri umleið 200 fólkum tilsamans. Eru borð eisini sett upp, kunnu umleið 130 fólk sita.”

Vit ynskja Heimamissiónini og samfundinum í Vestmanna hjartaliga tillukku við degnum. Harrin signi Missiónshúsið og øll gudshúsini í landinum.

Orð : JF.
Mynd : Torleif Johannesen.