Skriva út
Missiónshús seld í DK
15.08.2011 Tíðindi

Yvirskriftirnar í miðlunum eru mangan valdar soleiðis, at lesarin skal fáa áhuga at lesa greinina. Viðhvørt verður ein yvirskrift væl seld. Aðrar tíðir er hon ikki í samljóði við innihaldið.
Í langa tíð hava vit hoyrt og lisið, at alt fleiri kirkjur lata aftur, verða niðurtiknar ella seldar. Skjótt er til niðurstøðuna, at afturgongdin er samsvarandi. Tað gongur afturá við kristnu trúnni, og prógvið er, at kirkjur lata aftur.
Niðurstøðan er skjót, og viðhvørt nakað við síðuna av. Hugsa vit um Danmark, so eru nógvar orsøkir til, at nakrar kirkjur lata aftur. Ein stórbýur hevur í dag íbúgvar ymsastaðni úr heiminum. Tann etniska bakgrundin og harvið ofta ymiskur átrúnaður er beinleiðis orsøk til, at økir, ið fyrr høvdu tørv á fleiri kristnum kirkjum, nú hava tørv á væl færri kirkjum. Í onkrari kirkjusókn í Keypmannahavn eru tað 75% av fólkinum, ið hava aðra trúgv enn kristnu trúnna. Eyðvitað sæst tann etniska bakgrundin aftur í tí kirkjuliga landslagnum.
Nú Indre Mission (IM) í Danmark rundar 150 ár, hevur Kristeligt Dagblad áhugaverdar greinar um vekingarrørsluna. Eisini í missiónini er gongdin hin sama. Støðan er ikki mætari, tí sagt verður, at nøkur missiónshús eiga at verða friðað, so eftirtíðin hevur eitt minni um tíðina, tá missiónin bygdi og átti hús.
Uttan at taka greinina alt ov hátíðarliga, so tala tølini. Í 1966 vóru 766 missiónshús í Danmark. Í dag eru 293 missiónshús. Afturgongdin er 61,5%.
Eftir tølunum at døma, so er úrslitið ein vanlagna. Men, so einfaldur er sannleikin ikki. IM hevur ongantíð lagt áherðslu á bygningar og ytri tímilig viðurskifti. Tað avgerandi er innihaldið, gleðiboðskapurin um Jesus og tað æviga lívið.
Harafturat tykist rákið ganga tann vegin, at IM í alt størri mun nýtir kirkjuhús, kirkjurnar og onnur høli sum savningarstað.
Uttan ítøkiliga at kenna støðuna, so er tað skilagott, at kirkjufólkið ikki tyngir um fíggjarliga raksturin við ov nógvum bygningum.
Hinvegin er støðan ikki góð, um alt ov nógvar kirkjur ella gudshús hvørva úr býarmyndini. Ein kristin kirkja ella eitt samkomuhús hjá kristnari samkomu heldur sína stillu prædiku. Ofta ein krossur, ið peikar á Jesus Krist, hin deyða og upprisna frelsaran, ið doyði vára synda vegna okkum til lív og sælu.
Ikki um at tala kennist sorg og tregi í hjørtum teirra, sum hava nomið sær kristna føði í eini kirkju / einum samkomuhúsi, tá tað fyrrverandi gudshúsið verður nýtt til heilt annað endamál enn tað upprunaliga.
Ella er støðan so góð ella vánalig, sum vit halda? Kann tað hugsast, at vit siga søguna, sum hon hóvar okkum best?
Kelda : Kristeligt Dagblad 4. august 2011.
JF.
Onnur tíðindi